Jólakonsertin hjá felagskórinum Gøta/Leirvík

Jólakonsert við Felagskórinum Gøta/Leirvík verður í Gøtu Kirkju sunnudagin kl. 16 og í Missiónshúsinum í Leirvík sunnudagin kl. 18.

 

Solistur hjá Felagskórinum er Eivør Pálsdóttir. Við á konsertini verða eisini Leirvíkar Gentukór, skúlabarnakór úr Leirvík og barnakór úr Gøtu. Harafturat fara tríggir evnaríkir ungir dreingir, Eilif, Ári og Bogi at spæla tvey instrumental løg.

Felagskórið Gøta/Leirvík fer aftur í ár eins og undanfarin ár at halda tvær jólakonsertir, eina í Gøtu og eina í Leirvík. Tann fyrra konsertin verður í Gøtu Kirkju sunnudagin kl. 16, meðan tann seinna konsertin verður kl. 18.00 í Missiónshúsinum í Leirvík.

Í Felagskórinum Gøta/ Leirvík eru umleið 30 sangarar, sum undir leiðslu av Heðini Kambsdal fara at syngja, fyrst og fremst jólasangir, bæði traditionellar, men eisini onkrar nýggjari jólasangir. M.a. ?When You Wish up on a Star?, ið er best kendur frá teknifilmunum, ið verða vístir jólaaftan. Soloina í ?When You Wish up on a Star? syngur Eivør Pálsdóttir. Harafturat syngur Eivør eisini solo í ?Halgu nátt?. Felagskórið Gøta/ Leirvík fer eisini at syngja ?Trælakórið? av Verdi?. Trælakórið verður hesuferð sungin á Føroyskum.

Leirvíkar Gentukór og børn úr Leirvík fara at syngja nøkur løg, undir leiðslu av Dánial Eysturstein. Harafturat fer barnakór úr Gøtu Tónlistaskúla, ið var settur á stovn aftur í heyst, at syngja tvey løg. Kórleiðari har er Magnus Jacobsen.

Sum nakað ørðvísi fara tríggir ungir, evnaríkir dreingir, Eilif, Ári og Bogi at spæla tvey instrumental løg, á klaver saxofon og trompet. Annað av løgunum hava teir smíðað sjálvir.

Konsertin endar við, at Felagskórið, Gentukórið og børnini at syngja saman.

Konsertin minnir mest um eina sangguðstænastu, við inn- og útgangsbøn, felagssangi og smáum lestrum inn ímillum. Upplesari verður Julia Lamhauge.

Við ynskjum um eini góð og hugnalig jól, bjóðar Felagkórið øllum at verða vælkomnum á konsert sunnukvøldið kl. 16 í Gøtu Kirkju og kl. 18.00 í Missiónshúsinum í Leirvík.