Jólamaður, jólatónleikur og Trøll í SMS

Hendan vikan í SMS ber veruliga dám av jólum. Jólamaðurin Kjøtkrókur vitjar, og ungir tónleikarar framføra jólatónleik á Torginum

 

Í síðstu viku tók jólamaðurin Kjøtkrókur ímóti suttum á Torginum í SMS. Og hann vitjar aftur í hesi vikuni. Hesaferð tekur hann tó ikki ímóti suttum.

Nei, hann fer at bjóða øllum børnum, sum vitja í SMS, okkurt gott. Hósdagin ímillum kl. 11.00-12.00 og 16.00-17.00 er hann fyrstu ferð í SMS. Fríggja- og leygardagin vitjar hann ímillum kl. 11.00-12.00 og 16.00-18.00.

Sunnudagin 23. desember vitjar hann kl. ímillum kl. 14.00-16.00 og kl. 18.00-20.00.

Jólatónleikur á Torginum

Nú jólini nærkast, verða fleiri framførslur á Torginum í SMS, har serliga ungfólk fara at spæla jólatónleik. Hósdagin kl. 15.00 verða Ungu Stjørnuskotini á Torginum, har lættur jólatónleikur verða á skránni. Aftaná framførsluna bjóða tey piparnøtur. Fríggjadagin kl. 15.00 og leygardagin kl. 18.00 framføra 5 ungfólk, ið saman nevna seg Saxtettin, jólatónleik framman fyri jólabýnum á Torginum.

Seinasti bólkurin, sum spælir á Torginum, eru ung úr Tórshavnar Ungdómshornorkestri. Tey spæla leygardagin kl. 14.00.

Trølla Pætur og Omman vitja

Í samband við nýggja filmin hjá Trølla Pæturi og Ommuni, ?Hvar er Nósi?, vitja tey bæði á Torginum leygardagin kl. 15.00. Tey fara m.a. at skriva undir nýggja filmin og eisini ber til at ogna sær teirra undirskrift á aðrar lutir, um onkur ynskir tað.

Fram til jóla hava handlarnir í SMS opið til kl. 20.00 hvørt kvøld.

Sunnudagin 23. desembur er tó opið frá kl. 14.00-22.00. Jólaaftan er stongt.

Gleðilig jól og gott nýggjár, heilsa tey úr SMS.