Fyrstu 23 dagarnar av desember mánaði brúktu danir dúgliga dankortið, og keyptu eisini sum ongantíð áður á netinum. Brúkaraøkonomur sigur við DR, at danir eru farnir at brúka burtur av uppsparingini, og at álitið á framtíðini er stórt.
Privata nýtslan í Danmark hevur verið avmarkað tey seinastu árini, men jólamánaðin í ár gevur ábendingar um, at nú er vend komin í. Teir fyrstu 23 dagarnar í desember setti jólahandilin við dankorti nýtt met. Tilsamans hava danir keypt fyri 1,7 milliardir krónur meira við dankortinum í desember í ár samanborið við í fjør.
Brúkaraøkonomur hjá Nordea, Ann Lehmann Erichsen, sigur við DR, at danir hava størri álit á framtíðini, og at teir eru byrjaðir at brúka burtur av teimum 930 milliardunum, sum hava hópast upp á bankakontum teirra hesi seinastu 10 árini.
- Danir hava metstóra bankauppsparing, sum bara hevur staðið í bankunum uttan at verða brúkt. Nú hava vit fingið fíggjarligt sjálvsálit aftur og tora at gera tað, sum vit hava gingið og bíðað eftir, sigur Ann Lehmann Erichsen við DR.
Steen Bocian, høvuðsøkonomur hjá Dansk Erhverv væntar, at nýtslumet verða eisini sett í Danmark í 2018. Hann vísir á, at danir fáa meira í løn, renturnar eru metlágar, og úti við 50.000 fleiri danir eru á arbeiðsmarknaðinum.
Dansk Erhverv stúrir kortini ikki fyri, at danir fara at oyðsla peningin burtur.
- Danir hava ráð at brúka meira, og vit gera tað, sigur Steen Bocian við DR.