Jólamenn, vættrar og hornmusikkur verður á Vaglinum í Havn seinnapartin í dag Jólatræið Vaglinum í Havn verður tendrað klokkan 16 í dag. Havnar Hornorkestur spælir. Hanus Simonsen, prestur, og Heðin Mortensen, býráðsformaður, tala. Tórshavnar Sløkkilið og jólamenn og vættrar eru á Vaglinum og hjálpast at tendrað træið.
Á ið jólatræið er tendrað, syngur barnakórið ?Dropar? á Káta Horni.
Av tí at so nógv børn og fólk verða í býnum, verða Vaglið, Áarvegurin og Mylnugøta stongd fyri koyrandi ferðslu frá klokkan 15.30 til klokkan 17.30.
Jólabýurin í Tinghúsgarðinum letur eisini upp leygardagin við nógvum ymiskum tiltøkum, og tí verður niðara helvt av gongugøtuni stongd frá fyrrapartinum av.