Jólini nærkast, og hesar myrku seinnapartarnar fram ímóti stytsta degi hava vit hug at tendra livandi ljós, samstundis sum jólatónleikur streymar úr hátalarunum. Men, tað eru ikki øll, sum gleða seg til jólar. Hjá børnum við autismu og foreldrum teirra kunnu jólini stundum kennast trupul, tí børn við autismu kunnu skjótt kenna jólastrongd.
Berith Reinholt Høstrup, sum rekur ráðgevingarfyritøkuna Sundt Selskab, plagar at halda fyrilestrar um jólastrongd millum autistar. Hon sigur, at børn við autismu lætt kunnu gerast strongd í desember og fram ímóti jólum, tá gerandisdagurin ofta verður so nógv øðrvísi enn vanligt.
- Børnini eru ógvuliga ymisk, og tí eru avbjóðingarnar um jólini eisini ógvuliga ymiskar, sigur Berith Reinholt Høstrup.
Pedagogiski ráðgevin á miðstøðini, Center for Autisme, Vibe Neidhardt, sigur, at nógv ymisk tekin kunnu vera um strongd hjá børnum við autismu, og ofta er tað soleiðis, at vanligu tekini gerast sterkari, tá børnini gerast strongd.
- Meðan flottar jólagávur, pakkaðar inn í skyggjandi pappír og stórar og reyðar sloyfur eru hæddarpunktið hjá flestu børnum, so hava børn við autismu trupult við at handfara sjálvt tað smáa og óvæntaða. Tey kunnu reagera nógv ógvusligari enn onnur børn í sama aldri við at skríggja ella blaka gávuna frá sær.
Hon vísir á, at børn við autismu gjarna vilja hava eina tilveru sum er væntandi - og ikki sum er óvæntandi. Tí kann tað vera trupult at fáa gávur, sum eru pakkaðar inn, og tey ikki vita, hvat er í pakkanum.
Berith Reinholt Høstrup heldur, at tað saktans ber til at pakka gávur til børn við autismu inn við klárum plastiki, soleiðis at barnið sær, hvat er í pakkanum.
- Ein annar møguleiki er at seta eina mynd á pakkan, sum lýsir, hvat er í honum - og ein triði er at taka barnið við, tá gávan verður keypt og pappað inn.
Jólaaftan er hin stóri dagurin hjá flestu børnum, men tað er ikki vist, at øll stákanin við mati, gávum og jólatræi passar so væl til eitt barn við autismu.
- Tað kann vera eitt gott hugskot, at øll vita, hvussu og nær gávurnar verða býttar út. Barnið skal helst vita, um dansað verður um jólatræið, áðrenn tey fáa pakkarnar - ella, um gávurnar verða býttar út fyrst. Barnið skal helst eisini vita, um gávur verða býttar út mitt um dagin.
Berith Reinholt Høstrup sigur, at tað, sum ræður um, er, at allir smálutir eru greiðir frammanundan.