Jón Klein Olsen nýggjur kanningarleiðari

Seinastu tíðina er løgreglan í Føroyum umskipað og í hes­um sambandi eru fleiri nýgg­ir leiðarar settir

Og tað er nú greitt, at tað verð­ur Jón Klein Olsen, sum tek­ur við starvinum sum leið­ari á kanningardeildini hjá løg­regluni.
Hann tekur við eftir Berg­leif Brimvík, sum er farin úr starvi, sigur Peter Thaysen, sjef­pol­i­ti­inspektørur í Før­oy­um.

Løgreglan í Føroyum er um­skip­að og í hesum sam­bandi eru nýggir leiðarar sett­ir.

Umftramt at Jón Klein Ol­sen er settur sum leiðari á kann­ing­ar­deildini, heldur hann eisini fram sum vara politi­in­spek­tør­ur.
Nýggi leiðarin fyri til­búgv­ing­ina er Andrass Marr Poul­sen og hann verð­ur sam­stun­dis eisini vara­pol­i­ti­in­spek­tør­ur.
Teir báðir verða sostatt á­byrgd­ar­havarar fyri dagliga rakstr­inum av løgregluni í Før­oyum.

Løgreglan hevur eisini tríggj­ar økisleiðarar.

Jasp­ur Vang heldur fram sum økisleiðari í Suð­ur­oy. Í Miðøkinum verð­ur John Martin Olsen øki­s­leið­ari og hann er sam­stundis útnevndur poli­ti­komm­i­ser­ur.

Hann hevur verið virk­andi leiðari í eina tíð fyri Andr­as Marr Poulsen, sum var økis­leiðari.

Í Norðurøkinum er Jógvan Páll Joensen, sum verður økis­leiðari og hann er eisini til­nevndur politikommiserur sam­stundis.

Har var Kári Thorsteinsson øk­isleiðari. Hann fær nú aft­ur sæti í Havnini, har hann skal undir ymisk projekt fyri løg­r­egluna.