Thomas Arabo
?????
Apoteksgrunnurin, ið hvarv
Í september í 1988 var eg við til at samtykkja lóg um apoteksverk og heilivág, har Apoteksgrunnurin varð stovnsettur. Avlopið frá apoteksraktrinum fór í hendan grunn. Peningurin, ið soleiðis var settur til síðis, skuldi bert brúkast til apoteksvirksemi. Persónurin, ið fekk ávísingarrætt til hesar pengar var Landsapotekarin, so hetta var ikki ein grunnur í vanligari merking. Hetta var tað, sum var tingsins vilji. Hetta vildu vit, sum samtyktu hesa lóg í 1988.
Miðskeiðis í 90?unum var peningurin í Apoteksgrunninum eftir áheitan settur í Landsbankan. Tað var ivaleyst ein ávísur logikkur í hesum, eftirsum Landsbankin m.a. hevur til endamáls at umsita landsins likviditet. Tað var ikki uppá tal, at pen-ingurin skuldi brúkast til annað enn tað, sum peningurin í Apoteksgrunninum sambært politiska viljanum skuldi brúkast til.
Fyri stuttum hendi so tað, at peningurin knappliga var fluttur av kontoini hjá Apotkesgrunninum inn í gjaldførið hjá Landskassanum, uttan at Apoteksleiðslan visti nakað. Hvør tók avgerð um hetta? Hvør ávísti flytingina?
Tá so Apoteksverkið skal brúka pening til íløgur, ið eru neyðugar fyri at apoteksvirk-semið kann halda fram, so vil Tingið ikki játta, hóast pening-urin í Apoteksgrunninum var oyramerktur til júst slík endamál. Nú skal alt kroystast inn í tann alt ov ófleksibla praksisin, ið tíverri er lagdur seinastu árini. Meira álvarsamt merkir hetta, at tann peningur, ið man í 1988 var so framsíggin at seta til síðis og oyramerkja til apoteksvirksemi nú knappliga er farin í stór pott. Hetta má verða í stríð við lógina um apotek og heilvág, ið eg sjálvur havi verið við til at samtykt. Í hvussu so er, so kann eg vissa bæði Gjaldstovu, Landsgrannskoðara og Fíggjarmálaráð um, at hetta sum er hent viðvíkjandi Apoteksgrunninum er í andsøgn við tað, ið vit sum tinglimir samtyktu tá Lóg um Apoteksverk og Heilivág var samtykt.
Bakka til 2015?
Hvør stendur til svars fyri hesa gerð? Er hetta enn eitt dømi, har embætisfólk renna frammanfyri Løgtingið í yvirídni at betongtulka okkara stýriskipanarlóg? Hvar eru tinglimir? Er eingin, ið torir at sláa nevan í borðið og seta embætisverkið uppá pláss, tá tað fer útum sínar heimildir? Tað mest syrgiliga er, at hetta kann koma at kosta vællærd og vitanartung arbeiðspláss. Ikki tí, at Tingið bevíst ynskir hetta, men tí at skipanin forkemur virkseminum. Hetta hendir, meðan vit tosa um Føroyar í ár 2015, biotøkni og aðrar fantast-iskar framtíðarætlanir. Ironiskt, má man siga.
Signar gjørdi púra rætt
Kanska er ein stórur partur av trupulleikanum eitt ov veikt ting, ið ikki torir at koma við greiðum útmeldingum um sjálvfylgilig ting. Eitt sera grefligt dømi um spill av tíð og kreftum var dømið, har Signar á Brúnni sum Landstýrismaður betalti lønir í Sjónvarpi Føroya, útyvir vanligu játtanina. Tað stendur heilt greitt, at landið kann ikki skylda løn. Signar á Brúnni royndi at kalla tingsins Fíggjarnevnd saman, men tað eydnaðist ikki. Hann kundi so velja at lata landið skylda lønir ella gjalda tær út. Hann gjørdi sum rætt var og betalti løn út. Tað sum síðan hendi var tann reina farsa. Ein løgfrøðingur fór at tosa um at stýrisskipanarlógin var brotin, tí at Landstýrismaðurin hevði betalt løn út, uttan eykajáttan. Og so koyrdi myllan í fjølmiðlum. Eitt er, at fjølmiðlar viðhvørt hava ilt við at síggja sjálvfylgilig ting, men tað vánaligasta var, at Tingið ikki beinanvegin bakkaði upp um Signar á Brúnni, tí at hann disponeraði út frá tí, at landið ikki kann skylda lønir. Hetta gjørdi tingið ikki, og eina dýra frágreiðing seinni og eftir ein offraðan landstýrismann á tí populisitiska altarnum, so fingu vit sjálvfylgiligheitina at vita, nevniliga at Signar á Brúnni hevði tikið ta røttu avgerðina.
"Systemið" yvir Tinginum?
Hvat gjørdi, at tað endaði so galið sum tað gjørdi? Hvar var embætisfólkið? Hvar var serfrøðin undir Fíggjarmálaráðnum, ið kundi fortalt øllum Føroya Fólki beinanvegin, at landið kann ikki standa og skylda løn fyri gjørt arbeiði á einum landsstovni? Hví tordu tinglimir ikki at tippa hetta mál beinanvegin, áðrenn fjølmiðlarnir koyrdu tað so langt upp í snúningar, sum teir nú einaferð gjørdu? Mín niðurstrøða er, at man ræddist "systemið" so nógv, at man ikki frá politiskari síðu tordi at siga tað sjálvfylgiliga. Tað syrgliga er, at núverandi játtanarskipan og tann infleksibla praksisin mangan verðru síðusett við Stýrisskipanarlógina. Verður setningurin "brot á stýrisskipanarlógina" nevndur í fjølmiðlunum, so stinga politikarar eftir øllum at døma halan millum beinini. Hetta er ein beinleiðis vandi fyri fólkaræðið, tí at eitt undantak til játtanarreglarnar grundað á eitt hægri prinsipp um ikki at kunna skylda løn, kann aldrin verða brot á stýrisskipanarlógina. Um vit ikki hava Løgtingsmenn, ið staðfesta sín autoritet yvirfyri yvirivrigum embætisfólki, so endar galið, og eg havi varhugan av, at vit longu eru úti í einari suggu, ið ring verður at koma út úr.
Glottar fyri framman
Tað eru tó glottar fyri framman. Løgtingsins Fíggjarnevnd hevur gjørt eitt uppskot um at niðurseta ein arbeiðsbólk at fyrireika eitt uppskot til játtanarlóg. Hetta er skilagott, um hesin bólkur fylgir tingsins vilja og megnar at venda gongdini, har embætisverkið í ovurídni gongur og strikar grunnar í andsøgn við tingsins - og harvið fólksins - vilja.
Eg vil í hesum sambandi koma við einum hjartasuffi. Tað er ótrúligt, sum virt føroyingar altíð eru fantasileysir, tá man setir fólk í slíkar arbeiðsbólkar. Sum ikki einaferð kemur man dragsandi við einum donskum embætismanni til nakað, ið vit saktans kunnu finna nógv góð høvd í Føroyum til at orna. Danski embætismaðurin dugir óivað sín ting, men eg kann ikki lata verða við at draga parallelar til okkara royndir av einum øðrum donskum embætismanni, ið kom her fyri nøkrum árum síðani, Tann maðurin æt Finn Norman Christensen, og úrslitið av hansara verki síggja vit í dag har vit hava eina alt ov dýra og stirvna almenna umsiting.
ALS - er motivið kontroll?
Ein annar glotti er, at man politiskt hevur steðgað púra irrationellu jagstranina á øllum grunnum og ALS skipanini við at man hevur staðfest, at ALS ikki skal undir fíggjarlógina, sum annar almennur peningur. Hetta er gott, og er í tráð við tingsin - og harvið fólksins - vilja. Tó er tað eitt sindur ófrættakent, at serfrøðin innanveggja í Tinganesi tykist verða ósamd við serfrøðina uttanveggja. Kann hetta skyldast eitt ynski um kontroll?
Tað er umráðandi at ein nýggj játtanarlóg er greiðari enn gomlu reglarnar og tað er umráðandi at man steðgar gongdini, har embætisverkið í summum førum gongur tvørturum tingsins vilja. Ein játtanarskipan er bindiliðið millum Tingsins vilja og útinnandi valdið - hvørki meir ella minni.
Føroyskt grundaða einkla játtanarskipan
Í álitinum hjá Grundlógarnevndini, ið er sera væl skrivað, hóast okkurt í tí er diskutabult, verður beinleiðis staðfest í uppskotinum til játtan av pengum, at skipanir sum ALS (hóast ikki nevnt serstakt) ikki nýtast at skula á fíggjarlógina. Hetta var ongantíð meiningin við stýrisskipanarlógini, men tað sær út til at betongjura og yvirivrig embætisfólk gera tað neyðugt at skera alt út í papp, fyri at tingsins vilji skal verða fylgdur. Tað skal verða mín vón, at man fer í holt við at diskutera broytingar í okkara stýrisskipan við eitt nú grundlógarálitinum sum grundarlag og fær eina effektiva føroyskt grundaða einkla játtanarskipan, ið ikki skal kunna elva til ivamál, sum vit hava havt í ríkiligt mát við tí gomlu.