Jacob og Sámal Petur ímóti restini

Tað verður eitt tógvið stríð hjá Jacob Vestergaard at sleppa at selja almennu jørðina

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, stendur rættiliga einsamallur við ætlanini um at selja almennu jørðina.

Hann hevur arbeitt við eini ætlan um at einskilja alla landsjørðina, men sum tað sæst í grein her á www.in.fo fyrr í morgun, er hann ongan veg komin við málinum.

 

Les esini: Selja ikki helvtina av Føroya landi enn

 

Og á Búnaðarstevnuni, tey í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík skipaðu fyri í gjár, gjørdust eisini greitt, at landsstýrismaðurin stendur rættiliga einsamallur við hesi ætlanini.

Umboð fyri allar flokkar vóru til staðar á stevnuni og har var tað bara Sámal Petur í Grund, sum umboðaði Framsókn, sum tók undir við málinum.

Annars staðfesta umboðini fyri allar hinar fimm flokkarnar, at tey eru ímóti at einskilja almennu jørðina. Og sjónarmiðini eru rættiliga ymisk.

 

Bæði Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, boðaðu nevniliga frá, at tey eru ímóti ætlanini.

 

Einastu undirøku, Jacob Vestgergaard fær, er frá Framsókn, tí Sámal Petur í Grund, sum umboði flokkin, dugdi ikki at síggja nakra orsøk til, at landið skal eiga meiri enn helvtina av Føroya landi.

Tað einasta, vit eiga at tryggja okkum, er, at fólkið í landinum sleppur at ferðast seg frítt, eisini í fjøllunum.

Bjørn Kalsø væntar, at tað verður eitt eljustríð at finna semju um, hvussu almenna jørðin skal einskiljast, og hvør skal sleppa at keypa.

Tað sigur hann tí at umstøðurnar eru so ymsar, summi almenn festi eru rættiliga smá, ikki meiri enn ein trøð, men onnur eru rættiliga stór. Summastaðni liggja ognarjørð og festijørð saman og nógv onnur viðurskifti gera málið rættiliga fløkt.

Samstundis væntar hann, at fer at binda rættiliga nógvan pening og tað kann forða fyri øðrum framstigum.

Hann heldur, at eiga heldur at gera tær skipanir, sum longu eru, smidligari, fyri at menna landbúnaðin, heldur enn at einskilja í óðum verkum, sum hann tók til.

Bjørt Samuelsen er vís í, at tað loysir ikki trupulleikarnar í landbúnaðinum at einskilja landsjørðina.

Hon stúrir fyri, at spurningin um einskiljing fer at køva allar aðrar trupulleikar, sum tað er neyðugt at loysa.

Hon sigur, at allir flokkar eiga at seta seg saman um at finna semju um ein landbúnaðarpolitikk og í hesum samband heldur hon eisini, at tað átrokandi at fáa eina lendisætlan, har tað er ásett, hvar landbúnaðarjørðin í Føroyum skal vera.

Hon heldur eisini, at skal tann almenna jørðin einskiljast, noyðast bøndur fyrst at seta seg í stóra skuld, áðrenn teir yvirhøvur sleppa framat einum garði, og tað fer at gera raksturin, sum longu er tungur, enn tyngri.

 

Bæði Kári P. Højgaard, Henrik Old og Bill Justinussen eru eisini ímóti ætlanini.

Kári P. Højgaard mælir til at luta nógva jørð sundur í smábrúk, sum fólk kunnu hava til frítíðarbrúk, umframt nøkur vælrikin vinnulig brúk.

Henrik Old heldur, at endamálið við landbúnaðinum má vera at útvega føroyingum so nógv av agnum landbúnaðarvørum, sum tilber.

Tí heldur hann, at tað er landið, sum skal hava ræðið á jørðini, tí tað ber ikki til at seta privatfólki krøv um at hava ein ávísan landbúnað.

Bill Justinussen heldur, at drívmegin í føroyskum jarðarbrúki, eru tey smáu frítíðarbrúkini og mentanin rundanum tey.  Og so fæst eisini nakað av mati á borðið samstundis.

Vit hava ógvuliga leingi roynt at gera landbúnaða ti eina stóra vinnu, men tað ber ikki til, tí jørðin er ov kørg. Vit eru rætt og slætt ikki eitt landbúnaðarland, sigur Bill Justinussen.