Jákup Olsen er ikki á veg í Fólkaflokkin.
Hann avsannar heilt avgjørdur tíðundunum, sum eru farin at ganga um, at hann fer at skifta flokk til komandi løgtingsval.
Seinastu tíðina hava politikarar skift flokk líka títt, og líka náttúrligt, sum professionellir fótbóltsspælarar skifta felag.
Og tað hevur nú í eina tíð eisini verið tutlað í krókunum í løgtingshúsinum, og í øðrum, politiskum skýmaskotum, at eisini løgtingsmaðurin hjá KrF í Suðuroynni var á veg av skútuni hjá Lassa Klein, og ætlaði at mynstra umborð hjá Anfinni Kallsberg & Co.
Grundgevingin skuldi vera, at væntandi er ikki, at KrF fær meiri tveir tingmenn, og at Lassi Klein við toliligari vissu verður annar.
Dysturin um tann seinna tingmannin hjá KrF kmur so at standa ímillum bygdarmenninar báðar, Niels Paula Danielsen, sum býr í Klaksvík og stillar upp í Norðoyggjum, og Jákup Olsen í Vági, sum stillar upp í Suðuroy.
Men spátt verður, at hesuferð verður tað Norðoya valdømi, sum fer við sigrinum, tí klaksvíkspresturin er komin at standa sera sterkur, ikki minst, nú sonurin, Hilmar, er komin í Klaksvíkar Býráð, og er sloppin at gera vart við seg har.
Tí eru tað mong, sum ikki seta alt ov nógv í veð uppá, at Jákup Olsen fer at klára tað hesuferð, sum hann gjørdi á valinum í 1994, hóast eisini hann er atkvøðuslúkari.
Hinvegin kann hann hava ein góðan møguleika at skriva politiska søgu við at verða valdur fyri Fólkaflokkin í Suðuroynni, sum fyrsti tingmaður floksins har á leiðini í meiri enn eitt mannaminni.
Tí saman við Pálli Vang á einum fólkaflokslista í Suðuroy, verður roknað við, at hann kundi blíva so sterkur, at hann hevði betri kans at koma inn fyri Fólkaflokkin enn hjá KrF.
Tvassa ikki býtt
Nei, nei, tvassa ikki býtt.
Sjálvur avsannar Jákup Olsen heilt avgørdur hesum tíðindum.
Eg fari ongan veg, leggur hann afturat.
Hann sigur, at skuldi hann skift flokk, hevði hann helst gjørt tað áðrenn fólkatingsvali. So hasum er púrt onki hald í, leggur hann afturat.
Tað hava altíð gingið so nógvar leysasøgur um meg, at onki ger meg bilsnan longur - og tað er heldur onki, sum rørir meg longur uppá handa mátan, sigur Jákup Olsen.
Hann sigur, at heitir KrF á hann um at stilla uppaftur í Suðuroy, fer hann at taka støðu til tað, tá ið tann tíð kemur.