Jákup var dagsins maður á stevnuni

Skaðar bóru við sær, at tað var neyðugt hjá Jákupi Johansen at røkja fremstu ódnina, og hann takkaði fyri við at skjóta bæði málini

Teir vóru ikki heilt álvuligir í Víkingi, tá ið teir annan dagin á rað fóru norður til Margáir. Í gjárkvøldið var veðrið so mikið illfýsið, at tað ikki bar til at spæla fótbólt. Í kvøld vóru líkindini av teimum fagrastu, og víkingarnir rigga nú til at fara til hús við trimum stigum. Víkingur vann 2-1eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

 

At teir í ljósabláu leguni undan ferðini norður á stevnuna í Hvalvík ikki vóru heilt álvuligir við støðuna komst av, at bæði Andreas Lava Olsen og Martin Klein Joensen, sum higartil í ár hava mannað fremsta  álopsplássið, vóru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki vóru førir fyri at spæla.

 

Tí var Jákup Johansen fremsti maður. Hann plagar at vera framrættaður síðuspælari, men í ár hevur hann ikki spælt so nógv. Tað eru nakrar vikur síðani, at hann var aftur í hópinum, og í dag staðfesti Jákup, at hann er heilt væl fyri, og at hann væl er førur fyri at røkja álopsplássið.

 

Tað fyrra málið skoraði Jákup, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Uppleggið átti sentrali miðvallarin Géza Dávid Turi, sum smoygdi sær framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann stakk bóltin fram til Jákup Johansen, sum rann frá ikki so sannførandi heimaverjuni. Kristian Joensen kendi seg noyddan at leypa út úr málinum, og Jákup Johansen var púra kaldur, tá ið hann sneiddi framvið málverjanum og trillaði bóltin í málið.

 

Tríggjar minuttir seinni javnaði heimaliðið. Eftir innkast í høgru, tá verjuspælið hjá heimaliðnum var øgiliga passivt, legði Tóki H. Johannesen flatt innfyri, og við nærra stólpa var Filip Djordjevic á rætta stað og setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið, sum er farið ígjøgnum hjá Víkingi í landskappingini, síðani 1-0 tapið í Klaksvík 30. apríl.

 

Sigursmálið varð skorað i fyrsta minutti eftir steðgin, og aftur var verjuspælið hjá heimaliðnum lítið sannførandi. Eftir langa framlegging úr høgru rann Jákup Johansen seg leysan av verjuni og setti so bóltin framvið málverjanum og í málið.

 

EB/Streymur royndi at spenna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at skora og so vann Víkingur í stevnudysti, har tað vóru nógvir nærdystir, og har tað vóru spentar støður frammanfyri bæði málini.

 

-

 

EB/Streymur – Víkingur 1-2 (1-1)

 

0-1: Jákup Johansen 19.

 

1-1: Filip Djordjevic 23.

 

1-2: Jákup Johansen 46.

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Elias El Moustage – Tóki H. Johannesen, Dánjal Godtfred, Bogi Reinert-Petersen, Jóhann Hansson Joensen – Filip Djordjevic, Gutti Dahl-Olsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen