Jallurin FM vinnari í eyðkenda lagnum

Kappróður dreingir 17 – 18 ár: Aftur í dag endaði Blikur av Argjum millum teir báðar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri

Sum allir hinir favorittarnir undan honum í dag, so megnaðu dreingirnir umborð á Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri bæði at vinna FM og á ólavsøku.

 

Róðurin minti nógv um teir á teimum seks undanfarnu kappingunum. Allir tríggir bátarnir vóru rættiliga javnir á fyrstu hundrað metrunum. So stakk Jallurin seg framum, og meðan Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri dragnaði eitt vet, so hevði Blikur av Argjum hug at bjóða av.

 

Men tað gekk, sum tað hevur gjørt. Í endaspurtinum helt Jallurin tørn og fór um málið eina stóra hálva bátslongd undan Bliki, sum var tað mesta av einari bárslongd undan Tambar.

 

1Jallurin (RK)04:34.10
2Blikur (AR)04:35.44
3Tambar (RK)04:37.36

 

stavnur.fo

 

-

 

FM úrslitið

 

1Jallurin (RK)42  
2Blikur (AR)36  
3Tambar (RK)30  
4Spógvin (NSÍ)4