Jallurin svaraði aftur

Firvaldur, sum vann á fjarðastevnu, varð settur upp á pláss av tveimum bátum úr høvuðsstaðnum

Kappróður

 

Tað varð greitt beinanvegin í góðveðrinum í Kollafirði leygardagin, at tað fór ikki at verða sama úrtøka hjá teimum á Tvøroyri í kappróðrinum leygardagin, sum tað var, tá ið tað varð kappast á Skála.

Á Skála var Firvaldur av Tvøroyri greiður vinnari, men hesa ferð gekk tað soleiðis, sum tað gjørdi í Klaksvík:

Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri legði bragdliga fyri. Fyrstu lítlu løtuna fylgdi Firvaldur við, men so mistu tær av Tvøroyri, meðan Sílið hjá Havnar Róðrarfelag blandaði seg uppí og eina løtu kappaðist við Jallin um fremsta plássið.

Í endaspurtinum var tó eingin ivi. Jallur, sum eisini vann á norðoyastevnu, varð sannførandi vinnari – eina bátslongd frammanfyri Sílið og knappliga tvær bátslongdir fyrr á mál enn Firvaldur.

At Sílið, sum á norðoyastevnu endaði á fimta plássi, og sum á fjarðastevnu var nummar fýra, hesa ferð varð nummar tvey, og at Firvaldur hesa ferð varð trýstur aftur á triðja pláss, ber við sær, at Jallurin nú er tvey stig frammanfyri Firvald í FM kappingini.