Í kvøld verður aftur skipað fyri jam session í Manhattan í Havn. Um vikuskiftið fara Villmenn á pallin. Manhattan fer framyvir hvørt hóskvøld at skipa fyri Jam session við ymiskum tónleikarum. Fólk fær nú høvi mitt í viku at vitja ymisk støð í býnum. Týskvøld skipar Hvonn fyri tiltøkum, Mikudag er tað Café Natúr og nú er so eisini eitt afturvendandi tiltak hvørt hóskvøld og er tað á PUB Manhattan.
Í kvøld kl 21 verður fyrsta Jam Session á PUB Mantattan og verða tað teir so navnframu Kolbein Simonsen, Ronnie Nielsen og Sámal Ravnsfjall sum leggja fyri.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða tað einki minni enn VILLMENN sum fara at spæla LIVE tónleik. VILLMENN trýna á pallin baði kvøldini kl. 23:00