Myndin er frá ljóðroyndini í London í gjárakvøldið

James Blunt við bólki ávegis til Føroya 

Seinni í dag kemur enska heimsstjørnan, James Blunt, við fullum orkestri til Føroya, sum partur av konsertferðini »Once Upon a Mind«

Myndin er frá ljóðroyndini í London í gjárakvøldið

– Hitt-sangarin, James Blunt, man vera eitt hitt størsta einstaka tónleikanavnið, vit nakrantíð hava sæð í Føroyum. Lætti popp/rokk tónleikur hansara hevur hugtikið heimsborgarar í 15 ár, og eisini í Føroyum hava løg hansara verið nógv spæld í lurtunum. Við á føroyaferðini er serstakliga dugnaligi tónleikabólkur hansara, sum fer at seta sín dám á, so at føroyingar fáa eina ógloymandi konsert, sigur Rúni Djurhuus, sum skripar fyri konsertini.

 

James Blunt staðfesti navn sítt á altjóða tónleikapallinum í 2004, tá hann gav út fløguna Bed of Bedlams.

 

Útgávan streyk upp á tindarnar kring allan heim, og serliga vóru tað løgini “You’re Beautiful” og “Good Bye My Lover” sum gjørdu um seg á hittlistunum kring allan heim. Fløgan gjørdist hin mest selda útgávan í 00’unum í Onglandi, sambært The Official Chart Company. 

 

##med2##

 

Síðani Bed of Bedlams hevur James Blunt givið út eina røð av útgávum, og eisini hevur hann samstarva við aðrar tónleikarar. Í 2017 hittaði hann saman við Robin Schulz við lagnum “OK”, og í 2018 framleiddi hann saman við Lost Frequencies lagið “Melody”, sum kleiv upp á tónatindarnar kring allan heim. James Blunt hevur vunnið hópin av viðurkenningum og tilnevningum.

 

  

 

 

 

 

 

Myndin er frá ljóðroyndini í London í gjárakvøldið