- Nú má sáttmálin ikki lorkast burtur. Hetta er lívsgrundarlagið hjá nógvum fiskimonnum og húskjum teirra.
Tað sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, nú uttanlandsnevndin hevur skrivað álit um at seta fleiri revsitiltøk í verk móti Russlandi.
- Hetta kann gera óbótaligan skaða, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Í gjár frættist, at uttanlandsnevndin hjá løgtinginum er nú komin við álitinum um at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi.
- Í seinastu viku søgdu russisku myndugleikarnir, at tað fer at fáa avleiðingar fyri Føroyar, um revsitiltøk verða sett í verk móti russiskum fiskiskipum.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum vísir á, at sáttmálin við Russland er lívsgrundarlagið hjá fleiri av limum felagsins.
- Tí má sáttmálin ikki lorkast burtur nú, leggur hann dent á.
Jan Højgaard vísir á, at allur vesturheimurin samstarvar við russar, og tí eiga vit at gera tað sama.
- Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði.
Og formaðurin í Føroya Fiskimannafelag leggur aftrat:
- Vandi er á ferð. Slíta vit, so standa vit til at missa tey nýggjastu skipini, har okkara limir hava sítt lívsgrundarlag, eru orðini hjá Jan Højgaard.
Álitið hjá uttanlandsnevndini, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum sipar til, kann lesast um heimasíðuna hjá felagnum.










