Jan Nystrøm í Miðstovuni

Jan Nystrøm lat í gjár upp forvitnisliga listaframsýning í Miðstovuni. Talan er um áhugaverda listaframsýning, sum Jan Nystrøm hevur í gomlu handilshúsunum Úti í Klaksvík – Miðstovan liggur millum Spaniastovu og Leikalund.

"365 - Ein tekning hvønn dag í 2018" er ikki minni áhugaverda heitið á listaframsýningini, har Jan Nystrøm sýnir fram úr tekningavavinum frá 2018, tá ið hann setti sær fyri at gera eina tekning hvønn dag.

 

Jan brúkar ymisk teknisnið, eisini teldlilgar tekninger. Hann teknar/brennur í træ – tann eina í ein trækassa, har helvtin av høvdinum er inni í einum kassa og hin uttaná.

 

Jan gekk í Holbæk kunst højskole 2004 og á The Drawing academy í Viborg 2011.

 

Hann hevur havt listaframsýningar runt alt landið, og hevur havt framsýning í Leikalund fleiri ferðir fyrr – eisini var hann við á Summarlist í fjør.


Jan er ein fjølbroyttur listamaður, sum fæst við tekning, tónleik, animatión, grafiti/vegg-myndir, og tað kemur heilt víst meira á listan seinni. Henda framsýning er heilt víst eina vitjan verd.

 

Framsýningin er opin allar dagarnar í Torravikuni í Miðstovuni, mánadag - fríggjadag kl. 16 - 21.