Shell hevði í 2004 eina spennandi kapping, sum nevndist SHELL HELIX GRAND PRIX 2004, sum allar bilasølurnar og verkstøðini í Føroyum luttóku í.
Hetta var ein kapping, har luttakararnir skuldu fylgja við í Formel 1 kappingini og svara nøkrum spurningum aftaná hvørja kapping. Drigið bleiv síðani millum luttakararnar um fleiri vinningar. 1. vinningur var ein ferð til Formel 1 kapping á Monza bananum í Italia í 2005, og 2. vinningur var ein ferð til Sturup Raceway í Svøríki at koyra rally. Teir hepnu vinnararnir vóru: Jan Niclassen, P/F DB-Bilar (1. virðisløn) og Jona Jensen, P/F Meinhardt Arge (2. virðisløn).
Ferðin til Monza í Italia byrjaði fríggjadagin 2. september 2005, har tað bleiv flogið úr Kastrup til Milano, fyri síðani at checka inn á Hotel Crown Plaza. Leygardagin 3. september var tíðarkoyring á Monza bananum, og sunnudagin 4. september var so sjálv kappingin. Flogið varð heimaftur til Kastrup mánadagin 5. september.
Hepni vinnarin av 2. virðisløn var Jona Jensen frá P/F Meinhardt Arge. Sunnudagin tann 19. juni varð farið við bussi frá høvuðsbanagarðinum í Keypmannahavn til Sturup Raceway stutt uttanfyri Malmø.
Her slapp Jona m.a. at royna seg við at koyra ATV-motorsúkklur (off-road). Aftaná tað varð farið í tveir Land-Rover, eisini off-road, har koyrt varð undir sera truplum og krevjandi umstøðum. At enda var kappkoyring í Alfa Romeo 147 bilum, har vinnarin fekk steyp til ognar.
Jan og Jona høvdu nakrar góðar og spennandi dagar í ávikavist Italia og Svøríki, har tey fingu roynt sínar førleikar sum kappkoyrarar.
Formel 1 kapping á Monza-bananum í Italia