Tórun hugsaði seg væl um, tá Óli spurdi hana, um hon vildi skriva eina bók um systir hansara, Janu. Óli eggjaði henni til at taka av. Hann hevði lisið bókina, sum Tórun og ein starvsfelagi hennara høvdu skrivað um Peter Bristofte, og Óli helt hana vera so væl skrivaða, at Tórun saktans kundi skriva eina bók um Janu. Tað gekk næstan eitt ár, áðrenn Tórun svaraði játtandi.
Men hvussu er tað at skriva eina bók um ein persón, sum ikki dugir at siga nakað sjálvur?
-Ja, tað hugsaði eg eisini, tá eg bleiv spurd, og eg spurdi meg sjálva, um tað yvirhøvur mundi bera til. Men sum frá leið helt eg, at kanska var hetta serliga spennandi og ein serlig avbjóðing, so eg valdi at siga ja.
Av tí at høvuðspersónurin ikki kann greiða frá sínari egnu søgu, hevur Tórun tosað við ein hóp av fólki, sum kenna Janu. Fyrst og fremst foreldrini og beiggjan sjálvandi, men hon hevur eisini verið víða í sínum rannsóknararbeiði, sum bókin eisini vísir.
Drúgv óvissa
Jana er fødd tann 25. mai í 1966. Hon var fullborin, og ta fyrstu tíðina tóktist alt vera, sum tað átti at vera. Men sum frá leið, varnaðust foreldrini, at alt var ikki, sum tað átti. Jana mentist ikki eins og onnur børn, og meðan javnaldrar hennara spældu í túninum uttanfyri, lá Jana inni og orkaði ikki at lyfta høvdinum.
Eitt var at skilja, at gentuni bagdi okkurt, men nakað heilt annað var at fáa staðfest, hvat henni bagdi. Soleiðis var tað tá í tíðini, og tað var ikki, fyrr enn Jana var fýra ára gomul, at foreldrini fingu at vita, hvat bagdi henni. Tey boðini fingu tey ein dagin á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn:
Fjáltur var á teimum. Bæði vóru spent, hvat Plum hevði at siga teimum, men samstundis óttaðust tey fyri tí, sum var í væntu. Boðini fóru ikki at vera góð - tað vistu tey. Spurningurin var bara, hvussu ringt brekið hjá Janu mundi vera. Tankin um, at Jana møguliga var so ússalig, at hon ongantíð fór at mennast, ella at tey noyddust at lata hana verða eftir á sjúkrahúsinum hjá fremmandum fólki, fekk tey næstan at fella í fátt. Men nú høvdu tey livað so leingi í óvissuni, at tað fór at verða gott umsíðir at fáa greið boð.
Boðini frá professaranum vóru eisini greið: Jana fór ongantíð at gerast fullfør.
Javni
Søgan um Janu er ikki bara søgan um Janu, men eisini og ikki minst tær serligu umstøðurnar hjá teimum menningartarnaðu. Her var høvundurin heppin at hava júst foreldrini hjá Janu, Helenu og Hanus, at greiða sær frá. Tey, sum kenna Helenu, kenna hennara stóra áhuga fyri umstøðunum hjá teimum, ið fingu eitt ella annað brek í viðføri, og tað eru fá, ið duga søguna hjá teimum minni mentu føroyingunum betur enn hon.
Tá Jana varð fødd fyri 40 árum síðani, vóru meiri enn hundrað føroyingar við likamligum og sálarligum breki á stovnum í Danmark. Tann best kendii mundi vera Rødbygaard, har einir 80 føroyingar vóru. Tað var nú ikki av egnum vilja, at tey vóru har, og heldur ikki tí at foreldrini so fegin vildu tað. Men tá var snøgt sagt einki tilboð til teirra í Føroyum.
Á ein hátt kunnu vit siga, at Jana gjørdi, at foreldur og onnur fóru at hugsa øðrvísi. Í bókini um Janu lesa vit, at Helena tók eina avgerð, tá hon og Hanus høvdu verið á Ríkissjúkrahúsinum og har fingið at vita, at dótturin fór ongantíð at mennast eins og onnur børn.
-Tey komu fram á tað triðja busssteðgistaðið, og tárini runnu niðúr eftir kjálkunum á Helenu. Hanus steðgaði á og troystaði hana.
Helena summaði seg og segði: "Nei, ikki talan um. Eg ætli mær ikki at ganga í Keypmannahavn og gráta. Eg ætli mær til Føroya at gera okkurt."
Hanus nikkaði.
Helena og Hanus hildu orð. Heimafturkomin fóru tey saman við øðrum at virka fyri at stovna eitt felag, sum skuldi bøta um korini hjá teimum evnaveiku føroyingunum og ikki minst at fáa tey, sum vóru í Danmark, heimaftur. Úrslitið gjørdist felagið Javni - evnaveikum at bata. Tískil er søgan um Janu eisini ein partur av søguni hjá Javna, og tað sigur seg næstan sjálvt.
Hugtikin høvundur
Tórun dylur heldur ikki fyri, at hon gjørdist hugtikin av teimum, sum gingu undan:
-Eg haldi, at tað var eitt bragd. Hetta er ein spennandi søga. Tey máttu stríðast á øllum frontum. Ikki minst at vinna teimum menningartarnaðu virðing. Í eygum Hanusar og Helenu var eingin ivi um, at Jana hevði somu rættindi sum øll onnur, og tey menningartarnaðu skuldu ikki dyljast burtur, sigur Tórun og leggur afturat:
-Tey arbeiddu av berum eldhuga, og teirra arbeiði gav føroyingum ein víðari sjónarring. Tað var eisini ein lætti hjá øðrum foreldrum, at tað vóru nøkur, sum tosaðu opið um síni egnu og tey brekaðu børnini hjá øðrum.
Í bókini lýsir høvundurin eisini sjálvt stríðið fyri rættindunum hjá teimum menningartarnaðu í sjeytiárunum, sum í eygunum á nútíðar lesarum ivaleyst fer at kennast bæði strævið og óskiljandi ísenn. Tí, sum Tórun sigur:
-Bókin vísir, hvussu lítlan avgerðarrætt føroysku myndugleikarnir høvdu tá.
Tórun Ellingsgaard er útbúgvin tíðindakvinna. Hon hevur sum omanfyri nevnt skrivað eina bók fyrr, men bókin um Janu var øðrvísi at skriva, sigur hon.
-Tað hevur verið spennandi at fáa tað fram, sum skal standa eftir. Hendan bókin er meiri ein frásøgn enn bókin um Brixtofte.