Jana, Maria og Súna vístu góðan HM-form

Jana Mittún, Maria P. Nólsoy og Súna K. Hansen vóru eyðsýndar í teirra dystum í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld. Og talan gjørdist um góð avrik hjá Janu Mittún, Mariu P. Nólsoy og Súnu K. Hansen.

 

Maria og liðfelagarnir í Horsens vunnu á heimavølli 26-23 á Súnu og hennara liðfeløgum í Skanderborg. Í steðginum var Horsens á odda 13-8.

 

Maria skoraði fýra mál upp á seks málroyndir, og hon legði upp til trý mál (assist). Súna skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og hon legði upp til tvey mál, og hon vann eisini liðnum hjá sær tvey brotskøst. Súna var mest effektivi leikarin hjá Skanderborg, sambært hagtølunum.

 

Horsens er nummar níggju í deildini við seks stigum. Skanderborg er aftast við trimum stigum. 

 

Jana og liðfelagarnir vunnu á heimavølli tepran 28-27 sigur á Ikast. Í steðginum var Viborg á odda 16-15.

 

Jana skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og hon legði upp til seks mál. Jana vann eisini liðnum eitt brotskast. Sambært hagtølunum var Jana næstmest effektivi leikarin hjá Viborg. 

 

Viborg er nummar fýra í deildini við 12 stigum.

 

Nú fara Jana, Maria og Súna skjótt at hugsavna seg um venjingardystin móti Íslandi við Tjarnir 22. november, og eftir tað HM-endaspælið í Trier í Týsklandi, har Montenegro, Spania og Paraguay vera mótstøðuliðini í innleiðandi bólkaspælinum. 

 

 

Fyrst skulu Viborg og Horsens tó royna at vinna seg í bólkaspælið í EHF European League. Tað verður komandi vikuskiftið, at liðini spæla seinna undankappingardystin.