Jann og Hødd taptu greitt seinnu uppflytingarfinaluna

Hødd flytur ikki upp í næstbestu norsku fótbóltsdeildina á hesum sinni

Jann Benjaminsen spældi allan seinna hálvleik og fekk eitt gult kort tá lið hansara, Hødd spældi seinnu uppflytingarfinaluna móti Stjørdal á útivølli um rættin at spæla í næstbestu norsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Hødd hevði eina 3-2 leiðslu við sær frá heimadystinum, men teir í Hødd fingu eina marrubyrjan í Stjørdal. Stjørdal var á odda 2-0 longu tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Stjørdal til 3-0. 

 

Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 5-3 sigur til Stjørdal sum fær enn eitt kappingarár í næstbestu deildini.

 

Hødd má royna eydnuna aftur í triðbestu deildini í 2022. 

 

Jann spældi 29 kappingardystir fyri Hødd hetta kappingarárið. Í hesum 29 dystunum skoraði hann fýra mál og fekk samanlagt seks gul kort.