Jann skoraði tvey mál - Hødd er nú fremst í deildini

Jann Benjaminsen og liðfelagarnir í Hødd hava bert tapt ein dyst hetta kappingarárið

Jann Benjaminsen gjørdi veruliga vart við seg í dag, tá hann og liðfelagarnir í Hødd vunnu stórsigur 5-1 á Eidsvoll í útidysti í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Jann skoraði tvey mál í dagsins dysti. Hann økti til 2-0 tá 35 minuttir vóru spældir, og hann økti til 3-0 tá ein tími var spældur av dystinum.

 

Sigurin merkir, at Hødd er nú oddalið við 48 stigum. Hødd hevur tvey stig fleiri enn Ullsaker/Kisa, ið hevur 46 stig. Ullsaker/Kisa hevur tó spælt ein dyst færri. 

 

Í fjórðsíðsta umfarinum 2. oktober møtast liðini á heimavøllinum hjá Ullsaker/Kisa, og tað kann væl gerast ein dystur, ið avger beinleiðis uppflytingina til næstbestu deildina. 

 

Tað er bara ovasta liðið, ið flytur beinleiðis upp í næstbestu deildina. Liðið sum endar næstovast má spæla fýra Play Off dystir fyri at tryggja sær uppflyting til næstbestu deildina.

 

Hødd hevur bert tapt ein av 21 dystum higartil í kappingini.