Janus á Húsabrúgv málar hendan stóra málningin á garðin í túninum millum Reinsaríið og Miðlahúsið (Mynd: Álvur Haraldsen)

Janus málar Føroya longsta málning

– Tað stuttliga er, at bæði børn og vaksin fegnast um hetta, sigur listamaðurin

Janus á Húsabrúgv málar hendan stóra málningin á garðin í túninum millum Reinsaríið og Miðlahúsið (Mynd: Álvur Haraldsen)

Seinastu vikuna hevur fjøl­lista­mað­ur­in úr Havn, Janus á Húsagarði, mál­að ein nær um 30 fermetrar stór­an máln­ing, sum stendur í tún­i­num uttan fyri Reinsaríið í Tórs­gøtu í Havn.

 

Málningurin er mál­að­ur á vegg­in, sum er millum túnið hjá Reins­a­rí­num og túnið hjá Miðlahúsinum.

 

Motivið er húsini undir Bryggju­bakka í Vágsbotni. Har er eitt ávíst Ný­havn-huglag yvir umhvørvinum í Vágs­botni, og tað huglagið hevur Jan­us á Húsagarði frískað enn meira upp á málninginum.

 

– Eg kundi hugsað mær at teknað fisk­ar í luftini, so kanska nøkur fólk á máln­ingin eisini, men eg veit ikki, um eg fái stundir, sigur Janus á Hús­a­garði so lítillátin.

 

– Men tað fært tú stundir til, er Bogi Andreasen, leiðari á Reinsa­rí­num, og sum hevur umbiðið ar­beið­ið, skjótur at svara.

 

Bogi Andrasen ivast ikki í, at tal­an er sum størsta listaverk í Før­oyum, men Janus heldur, at kanska list­in hjá William Heinesen í auluni í Fin­sen er størri, ella listaverkið, sum er mál­að á eystursíðuna á Hotel Tórs­havn.

 

Men kanska málningurin hjá Jan­usi er hin longsti.

 

Janus á Húsagarði er komin í prát við nógv fólk, sum hava gingið framvið, meðan hann hevur málað.

 

– Og teimum dámar væl máln­ing­in – og tað gera bæði vaksin og børn, hevur hann bitið merki í.

 

Bogi Andreasen heldur, at tað ov lít­ið av býarlist í Havn.

 

– Eg haldi ikki, at kommunan tor­ir nóg væl at loyva slíkum, hetta áttu vit gjørt meira við heldur hann.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

 

 

Janus á Húsabrúgv málar hendan stóra málningin á garðin í túninum millum Reinsaríið og Miðlahúsið (Mynd: Álvur Haraldsen)