Frá 1. februar komandi at rokna fer Jarðfeingi, sum er almennur stovnur undir Vinnumálaráðnum, at hava bústað í bygninginum hjá gamla snikkaravirkinum úti í Grønlandi í Havn.
Bygningurin liggur á horninum Jóannesar Paturssonargøta/Grønlandsvegur, og síðani Snikkaravirkið helt uppat, hevur reklamuvirkið Sendistovan hildið til í hølunum. Sendistovan flutti 1. august út í Stiðjagøtu – í hølini har Formula hevur hildið til.
Jarðfeingi flytir úr hølum í Brekkutúni í Hoyvík, sum stovnurin hevur leigað seinastu nógvu árini frá Svend Krosstein.
Nýggju hølini hjá Jarðfeingi, sum Sp/F Vit eigur, eru umleið 800 fermetrar til støddar. Í leigusáttmálanum hava partarnir avtalað, at ávísar umvælingar skulu gerast, áðrenn flutt verður inn.
Jarðfeingi leigar umleið 800 fermertrar fyri 1.100 krónur fermeturin. Árliga leigan verður tí 888.000 krónur um árið, sum er nakað minni, enn fyri bygningin í Hoyvík, har Jarðfeingi hevði næstan dupult so nógv gólvpláss. Húsaleigan í Hoyví lá um eina millión krónur um árið.