Jarðfeingi veit einki um DANA

Tað kemur eitt sindur óvart á føroysku oljumyndugleikarnar, at bretska oljufelagið Dana skal hava keypt seg inn í tað leitiloyvið á føroyska landgrunninum, har borast skal í summar.

Petur Joensen visti ikki um hetta fyrr enn hann læs tað á Portalinum í vikuskiftinum. Sambært heimasíðuni hjá DANA hevur felagið keypt seg inn í Anne Marie brunnin, har ENI er fyristøðurfelag. –Vit hava so ikki frætt um hetta og rokna sjálvandi við at fáa umsókn frá fyristøðufelagnum um slíka broyting í loyvinum, tí sambært lógini skulu allar broytingar í eigaraskapi í leitiloyvum góðkennast av myndugleikunum fyrst. Men um hetta er so sum heimasíðan hjá Dana skrivar og sum tit endurgeva, so rokni eg við at fáa eina umsókn um hetta sigur Petur Joensen frá Jarðfeingi.

 

Uppá fyrispurning um tað ikki er góður musikkur í oyrunum hjá oljumyndugleikunum her, at nýggj feløg koma inn í økið sigur hann, at tað er tað sjálvsagt, men Jarðfeingi gongur fyrst og fremst eftir, hvat verður gjørt og ikki hvør tað er, sum ger tingini. –Men hetta er sjálvandi eitt gott signal til onnur oljufeløg leggur Jarðfeingisstjórin aftrat.

 

 

 

Henda áseting er í øllum loyvum:

 

"Loyvið ella partar av tí kunnu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis ella heilt ella lutvíst verða avhend

ella á annan hátt latin triðjamanni ella avhend frá einum samloyvishavara til annan, um ikki samtykki frammanundan er fingið frá landsstýrismanninum. Somu avmarkingar eru galdandi fyri sølu av partabrøvum ella øðrum ognarrætti í ein mun, sum kann geva avgerandi ávirkan á eitt felag ella aðra eind, sum er loyvishavari ella samloyvishavari, og fyri sáttmálagerðir, sum hava somu avleiðingar. Ágáva kann krevjast fyri samtykki eftir pkt. 1 og 2."