Jarnbardur er á veg móti nýggjum meti

6-mannafør kvinnur: Við stórsigrinum í Klaksvík í dag hevur báturin hjá Knørrafelagnum mest sum tryggjað sær 16. FM heitið

Jarnbardur við kvinnum er ein av tveimum bátum, sum eigur metið í at vinna FM. Óføru kvinnurnar á Jarnbardi hava vunnið 15 FM heiti.

 

Í dag vann Jarnbardur fyri fimtu ferð í summar, og nú skal tað vilja meiri enn illa til, um Jarnbardur á ólavsøku ikki fer at tryggja sær 16. FM heitið.

 

Jarnbardur og Sølmundur fylgdust í startspurtinum, men so var tað skjótt, at blái Jarnbardur stakk seg undan gula Sølmundi, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Og hann vísti seg at vera ógvuliga trivaligur. Tað vóru fleiri enn 15 sekund ella einar 6 – 7 bátslongdir frá tí, at Jarnbardur fór um málið, og inntil Sølmundur kom á mál.

 

Tað hevur verið ein røð av trupulleikum at fáa bilbukt við hjá fyrireikarunum av kappróðrinum. Tá ið trupulleikarnir loksins vóru loystir, og tað var klárt at fara undir kappingarnar vísti tað seg, at tvey av 6-mannaførunum, sum eftir ætlan skuldu vera við í kvinnukappingini, ikki møttu upp. Talan var um Víking og Tind.

 

1Jarnbardur06:00.27700
2Sølmundur (NSÍ)06:15.29600

 

 

 

FM støðan

 

1 Jarnbardur       41

 

2 Sølmundur       37

 

3 Víkingur            25