Jarnbardur hevur fulla úrtøku

6-mannafør kvinnur: Sigurin í dag var greiður, og Froðbingur var næstfremstur

Tað var sama søga, sum tað hevur verið tvær tær undanfarnu ferðirnar. Á norðoyastevnu og eisini á Skálafjørðinum vann Jarnbardur tryggar sigrar, og soleiðis var tað eisini í dag.

 

Jarnbardur hevur lagt nógv í fyrireikingarnar, og avrikið í góðveðrinum í dag var aftur staðfesting av, at svongdin at vinna er framvegis stór.

 

Jarnbardur legði seg á odda, og á málinum var Jarnbardur eina bátslongd undan næsta bátinum.

 

Næstfremstur var Froðbingur úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Tað var ein bátslongd fram til Jarnbard, og tað vóru einar tríggjar bátslongdir aftur til Sundabátin, sum var einar sjey ella fleiri bátslongdir undan Páll Fanga.

 

-

 

1Jarnbardur (RK)05:28.33
2Froðbingur (FSR)05:31.30
3Sundabáturin (NHR)05:40.26
4Páll Fangi (KRF)05:58.36
5Sjóherji (Tindur)06:13.09

 

stavnur.fo