Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, segði maðurin á sinni, og soleiðis er tað í ítrótti og ikki minst kappróðri.
Men tað skal nógv venda so ógvuliga nógv øðrvísi á ólavsøku, enn tað ger, nú tvær kappingar eru av, um kvinnurnar á Jarnbardi ikki fara at vinna FM.
Á norðoyastevnu vunnu tær stóran og tryggan sigur, og aftur í dag vunnu tær heilt greitt. Tað var meiri enn hálvonnur bátslongd frá Sølmundi og fram til Jarnbard. Tann blái báturin stakk beinanvegin stevnið framum, og tað var skjótt, at munurin var ein hálv bátslongd og so ein bátslongd.
So helt Sølmundur tørn eina løtu, men fram við havnarlagnum sást dagur millum bátarnar, og í endaspurtinum var eingin ivi um, at Jarnbardur vann og er FM favorittur.
1 Jarnbardur 05:17.29
2 Sølmundur 05:21.34
3 Herningur 05:37.38
4 Skúgvur