Á landsfundi í Hvalba um vikuskiftið, viðgjørdi javnaðarflokkurin støðuna í samfelagnum.
Flokkurin staðfesti, at stígur er komin í búskapin og at tað er umráðandi, at røttu stigini nú verða tikin fyri at fáa búskapin aftur á rættkjøl, soleiðis at samfelagið støðugt kann mennast.
? Javnaðarflokkurin mótmælir harðliga ætlanini at leggja fíggjarliga og umsitingarliga tung málsøki undir kommunurnar at umsita, tá ið endamálið ikki tykist at vera nakað annað, enn at spara landskassanum útreiðslur, sigur flokkurin í eini fundarsamtykt, sum varð gjørd á fundinum.
? Javnaðarflokkurin ávarar ímóti, at hetta lætt kann enda við einum nýggjum stættarmuni, har tænastutilboðini verða ymisk um landið.
Landsfundurin álegði Javnaðarflokkinum at steðga gongdini, har støðið verður máað undan samhaldsfasta samfelagnum.
? Landsfundurin krevur, at vunnin rættindi verða vird, og at sjálvsagdar tænastur í vælferðarsamfelagnum verða tryggjaðar øllum borgarum.
Familjupolitikkur.
Flokkurin staðfestir eisini, at familjurnar eru grundarlagið undir samfelagnum, og at størsta avbjóðingin er tí at geva familjunum góð kor at liva undir. Samhaldsfasta barnsburðarskipanin skal ikki gerast verri ? heldur vil Javnaðarflokkuirn virka fyri at útbyggja hesa skipan, soleiðis at tað er gjørligt at verða heima hjá børnum alt tað fyrsta árið.
? Somuleiðis má ein avsláttarskipan fyri systkin í barnaansingini fáast at virka.
Javnaðarflokkurin ásannar somuleiðis, at tað almenna eisini skal verða við í hesum familjuskipanum, tí vit meta, at fyritreytin fyri einum framtíðar vælferðarsamfelag, er, at børnini og tær ungu familjurnar hava eitt trygt fíggarligt grundarlag.
Bústaðir til tørvin
Javnaðarflokkurin sigur, at tað gerst alt truplari at seta føtur undir egið borð, og at bústaðarmøguleikarnir eru ov einstáttaðir.
? Javnaðarflokkurin vil tí arbeiða fyri, at tað gerst lættari at fáa bústað til tann tørv, sum familjan og tann einstaki hevur, soleiðis at tað almenna gongur undan í at fíggja útbúgvingarbústaðir. ungdómsbústaðir, smærri íbúðir bæði til ungar familjur og eldri. Samstundis eigur áhaldandi at verða arbeitt við at útvega ellis- og røktarheimspláss og búpláss til tey við serligum tørvi.
Eftirlønarskipan
Somuleiðis harmast flokkurin um, at vit ikki hava fingið eina nýgja eftirlønarskipan enn og at vit ikki hava brúkt tey góðu árini, sum hava verið, til at sett eina skipan á stovn.
? Vit vilja arbeiða fyri, at tað skjótast gjørligt verður gjørd nýggj pensiónslóg, sum kemur at tryggja komandi ættarliðum góð pensiónsviðurskifti.
? Vit vilja arbeiða fyri, at henda pensiónsskipan kemur at hava trý bein at standa á: fólkapensjón, samhaldsfasta og fakfelagseftirlønir. Ein framtíðar pensiónsskipan má byggja á eina breiða politiska semju, og Javnaðarflokkurin er fúsur við opnum sinni at fara inn í hetta arbeiðið.
Heilsumál
Javnaðarflokkurin frøist yvir, at nýbýgningurin á Landssjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu komandi ár, men átalar samstundis, at ov lítið er sett av til viðlíkahald og umbygging, so at Landssjúkrahúsið, sum okkara høvuðssjúkrahús, framhaldandi kann mennast og halda eitt høgt viðgerðastøði.
? Javnaðarflokkurin átalar harðliga handfaringina av serviðgerðini uttanlands, har tað afturvendandi verður sett ov lítið av peningi av, soleiðis at sjúklingar og avvarðandi fáa boð um at viðgerðin verður avlýst ella útsett.
Útbúgving
Og at enda sigur javnaðarflokkurin í yvirlýsingini eftir landsfundin, at ein góður fólkaskúli er altavgerandi fyri framtíðarmenningina av samfelagnum.
? At børn og ungdómar fáa eina holla undirvísing og uppaling, tillagað føroyska og alheimssamfelagnum, er ein avgerandi fyritreyt fyri, at vit skulu standa okkum í kappingini og alheimsgerðingini.
? Somuleiðis er tað alneyðugt, at ein støðug útbúgving fer fram á arbeiðsmarknaðinum, og at doyur verður lagdur á at útbúgva okkara arbeiðsfólk í fiskiídnaðinum, so vit lúka treytir, sum eitt framkomið vælkvalifiserað matvøruframleiðandi land.
? Landsfundurin staðfestir, at sitandi samgonga við sínum støðugu innahýsis óemjum ikki megnar at loysa átroðkandi politisk mál, og tí bjóðar Javnaðarflokkurin seg fram til at taka ábyrgd av landsins leiðslu, er niðurstøðan hjá flokkinum eftir lanfsfundin