Javnaðarflokkurin fingið høli

Í farnu viku flutti Javnðarflokkurin í høli við Áarvegin í Havn. Meiningin við hølunum er at fáa eitt virknari felagslív

Fólkaflokkurin byggir í løtuni hús uppi í Svanga í Havn og fyri stuttum flutti Javnaðarflokkurin í leigað høli við Áarvegin 14 í Havn.

Húsini, har Javnaðarflokkurin nú heldur til, eru gomlu húsini hjá Per Højgaard, fyrrveandi stjóra á Sjómansheiminum. Javnaðarflokkurin leigar tvær tær ovastu hæddirnar, meðan hadilin Sirri, sum selur klæði úr Føroyskari ull, heldur til í kjallarahæddini.

Fyri at lív allatíðina skal vera í húsinum og fyri at loysa ein part av bústaðartrupulleikanum í Havn, hevur Javnaðarflokkurin gjørt av, at tveir av limunum í SU, sum er ungdómsdeildin hjá Javnaðarflokkinum, skulu búgva í húsinum. SU fer eisini at nýti hølini til fundir og ymisk onnur endamál.

Meiningin er, at Javnaðarflokkurin skal halda regluligar almennar fundir í nýggju hølunum. Hol verður sett á hetta við at halda regluligar café løtur hvønn leygardag millum klokkan 10 og 14 fram til býráðsvalið. Frá Javnaðarflokkinum siga tey, at hetta er eitt framhald av væl umtóktu café løtunum, sum flokkurin helt upp til seinasta løgtingsval.