Javni heilsaði uppá

Fríggjadagin 13. januar 2023 var Javni á fundi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

 

Talan var um ein óformligan fund, har nevnd og starvsfólk nýttu høvið til at heilsa upp á landsstýrismannin og vísa á mál í samgonguskjalinum og onnur mál, sum tey hava ein serligan áhuga í.

 

Landsstýrismaðurin fegnast um, at Javni áhaldandi og eldhugað vísir á tørvin hjá fólki við menningartarni í Føroyum, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

 

 

 

Landsstýrismaðurin og nevnd og starvsfólk frá Javna

 

Djóni Nolsøe Joensen, Fía Petersen, Marjun Lútzen, Arnfríð Patel, Ragnhild Dahl, Annika Marr Poulsen, Elisabeth Maria Rasmussen og Helena F. Jørmundsson