Javnleikur í jøvnum dysti

NSÍ og B36 stríddu seg fram til eitt stig í part, í einum dysti har tvey mál og eitt reytt kort vóru hendingaríkastu løturnar

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst, tá NSÍ og B36 møttust í Runavík sunnudagin. Bæði liðini høvdu tapt síðsta vikuskifti, so vónirnar um ein dyst har í menn stríddist fyri sakini, vóru avgjørt til staðar. Og hetta bleiv eisini í vissan mun uppfylt. Tað vóru løtur við ágrýtnum spæli frá báðum liðum, og haraftrat bleiv spenningurin varðveittur mest sum allan dystin.

Reint fótbóltsliga bleiv tó ongantíð talan um nakað stórt upplivilsi. Bæåi liðini spældu nógv við longum bóltum, fram til áleypararnar og fremstu miðvallaleikararnar, sum royndu at renna seg í tómu holini.

NSÍ legði betri fyri. Teir fyrstu tíggju minuttirnir fingu teir spælt seg fram til eini 2-3 hornaspørk, og tað einu ferðina kundi tað verið vandamikið, tá Ian Højgaard fekk skot á, men ein B36 verjuleikari kom ímillum.

Julian við aftur

So hvørt sum fyrri hálvleikur leið javnaði spælið seg, og B36 kom nógv meira við. Julian Johnsson, sum varð klárur til dystin, fekk ein góðan møguleika, tá hann og John Petersen við góðum samanspælið, komu gjøgnum verjuna hjá NSÍ. Møguleikin bleiv tó til onki, tí bólturin var spældur ov langt frá Julian.

Hetta var ein lovandi byrjan til dystin, men tíverri dovnaði spælið so við og við, og bert hendinga ferðir fingu liðini spælt seg fram til nakað sum líktist málmøguleikum.

NSÍ burdi havt lagt seg á odda um miðjan fyrra hálvleik, tá Óli Hansen við einari frálíkari avlevering spældi Ian Højgaard leysan, men einsamallur við málmanninum, skjeyt hann bóltin beint við síðuna av málinum.

Reytt kort

Hendingaríkasta løtan í fyrra hálvleiki, varð tá fáir minuttir vóru eftir. Arnbjørn Danielsen hjá B36 og Óli Hansen hjá NSÍ vóru í hornatøkum, og bólturin fór út til innkast. So koyrdi Óli Arnbjørn um koll, og dómarin ivaðist ikki og gav Óla tað reyða kortið.

Nú sá onki út hjá NSÍ, tí teir nú allan annan hálvleik skuldu klára seg við einum manni færri.

Men hetta sást ikki í byrjanini av seinna hálvleiki, tí tað vóru runavíkingar sum vóru meiri ágrýtnir. Tað gingu bert 2 minuttir, so fingu teir ein fínan møguleika, tá fríspark kom væl innfyri. Bólturin fer í fyrstu syftu afturum allar leikarar, men har var Sonni L. Petersen, og legði flatt innfyri, men ongin maður var til at seta fótin á.

Bert fáar minuttir seinni, hevði B36 fríspark í høgru síðu. Bólturin kom væl innfyri, og har fekk John Petersen sett høvdið á, men Jens Martin bjargaði royndini.

NSÍ kom á odda

Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, kom fyrsta málið í dystinum. Sjurður Jacobsen sendi eitt fríspark innfyri úr vinstru síðu, og har var Helgi L. Petersen hægstur og skallaði bóltin í mál. Sjálvt um Tróndur Vatnhamar hevði hondina á bóltinum, megnaði hann ikki at halda honum úti.

Nú trekti NSÍ seg aftur á vøllin, og sjálvt um meira enn hálvur tími var eftir, kundi ein ikki siga teir ringar fyri hetta. Teir høvdu fingið leiðslumálið, og vóru komnir nærmari teimum trimum stigunum, sum í hálvleikinum tóktist lítið sannlík. Og við bert 10 monnum, var ongin grund at liggja langt frammi á vøllinum.

Men hóast runavíkingar lógu tætt í verju og á miðjuni, fekk B36 spælt seg ígjøgnum fáar minuttir eftir leiðslumálið. Klæmint Matras vann ein bólt á miðjuni, trekti framvið einum NSÍ-leikara, og spældi so John Petersen frían við einari frálíkari avlevering. John trekti inn í brotsteigin, og plaseraði bóltin framvið Jens Martin Knudsen í málinum, og so varð 1-1.

Hetta málið kom rættiliga illa við hjá NSÍ, og samstundis var tað ein orkuinnspræning fyri B36, sum nú trúði uppá øll 3 stigini.

Næstu løtuna fingu teir veruliga víst, at teir vóru ein maður fleiri. Teir fingu nógv pláss at spæla á, og menn fluttu seg betri fyri hvør øðrum.

Løtu seinni fekk B36 ein góðan møguleika at leggja seg á odda, tá Magni á Lakjuni akkurát fekk lyft bóltin yvir málið, eftir at hann varð spældur fríur.

Dovnaði aftur

Men eins og NSÍ ikki megnaði at halda trýstinum uppi í fyrra hálvleiki, so var eisini við B36 í seinna. Spælið dovnaði aftur , og virkaði tað sum um, at liðini royndu at binda um heilan fingur og verja tað tey høvdu.

Síðstu løtuna av dystinum lívnaði eitt sindur aftur, og John Petersen royndi seg við einum skoti á kantinum av brotsteiginum, men bólturin fór beint við síðuna av.

Eisini NSÍ royndi seg, og 5 minutttir fyri leiklok fingu teir tann nokk størsta møguleikan av øllum, tá Gert Langgaard kom at standa leysur á 5-metrinum, men Tróndur Vatnhamar bjargaði frálíkt.

Og í yvirtíðini royndi Sjúrður Jacobsen seg við einum beinleiðis frísparki, sum fór beint við síðuna av.

Liðini kunnu kanska ikki brúka eitt stig til so øgiliga nógv, tá nú HB vann. Men úrslitið má sigast at vera rættvíst. NSÍ hevði nokk vóna at fáa øll stigini á heimavølli, men tá nú allur seinni hálvleikur varð spældur við 10 monnum, er kanska ikki so galið við einum stigi.

B36 hevur kanska eisini nakað at gleðast yvir. Partvíst varð talan um framgongd leikliga, í mun til dystin í Vági í síðstu viku. Haraftrat sær tað út til, at teir verða væl betri fyri, hvat manning viðvíkur til seinnu helvt.

Julian Johnsson var kanska ikki so sjónligur í fyrra hálvleiki, tá runavíkingar ansaðu væl eftir honum, men tá meiri pláss varð at spæla á í seinna hálvleiki, gjørdi hann nógv meira um seg. Ongin ivi er í, at fongur verður í honum.

Dysturin í tølum:

NSÍ-B36 1-1(0-0)
1-0: Helgi L. Petersen
1-1: John Petersen