Javnleikur millum neistakvinnur og kyndilskvinnur

Sum so mangan fyrr spældu neistakvinnur og kyndilskvinnur enn ein spennandi dyst í kvøld

Turið Arge Samuelsen skoraði níggju mál fyri Kyndil í kvøld

Turið Arge Samuelsen skoraði níggju mál fyri Kyndil í kvøld

Søgan millum neistakvinnur og kyndilskvinnur í  SMS-deildini seinnu árini prógvar, at tað sum oftast er sera javnt millum liðini, og í kvøld var einki undantak í høllini á Hálsi.

 

Dysturin endaði við javnleiki 24-24. Í steðginum var Neistin á odda 12-11. 

 

Mest eyðsýndu leikararnir vóru Nada Pejovic hjá Neistanum við sjey málum, og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, ið aftur gjørdi eitt hál í kvøld. Hesaferð skoraði Turið níggju mál. Súna K. Hansen var eisini eyðsýnd hjá Kyndli við sjey málum. 

 

Kyndil er oddalið við 10 stigum, H71 hevur níggju stig, men hevur spælt ein dyst færri enn Kyndil. Neistin er nummar trý við átta stigum, og Stjørnan er nummar fýra við sjey stigum. Stjørnan hevur spælt ein dyst færri enn Neistin. StÍF hevur fýra stig, og aftast eru VB og EB við ongum stigi.

 

Neistin-Kyndil 24-24 (12-11)

 

Málskjúttar Neistin: Nada Pejovic 7, Ingunn Kristina Persson 4, Frida Holm Jacobsen 3, Sólbjørt Høj 3, Anna S. Mikkelsen 3, Bjørk F. Joensen 3, Lea Mohr 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 9, Súna K. Hansen 7, Barbara Hammer 5, Bára K. Hansen 2, Sólja B. Poulsen 1. 

 

 

 

Turið Arge Samuelsen skoraði níggju mál fyri Kyndil í kvøld

Turið Arge Samuelsen skoraði níggju mál fyri Kyndil í kvøld