Økismenning
Tummas í Dali
Marjus Dam, løgtingsmaður fyri Sambandsfl., leggur uppskot til samtyktar fyri løgtingið, sum miðar fram móti eini samhaldsfastari skipan á øllum vegakervinum í landinum.
Uppskotið varð latið løgtingsskrivstovuni í gjár, og væntast kann, at tað verður viðgjørt í tinginum í hesari vikuni, antin hósdagin ella fríggjadagin.
Sambært uppskotinum fer Føroya løgting at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at gera eina kanning, sum hevur til endamáls at gera samferðslukervið ímillum oyggjarnar samhaldsfast.
Spæla ikki gekk við farleiðum
- Nú má vera liðugt at spæla gekk við farleiðunum til økini í útjaðaranum, sigur Marjus Dam.
- Vit hava í seinastu verið vitni til eina mannminkandi viðgerð av útjaðaranum, har myndugleikarnir hava arbeitt við príshækkingum millum 7 og 20 prosent á sjóvegisfarleiðunum, ja við enntá heili 33 prosentum á farleiðini um Suðuroyarfjørð.
- Hetta hendir, samstundis sum samgongan tosar um ein skattalætta uppá nøkur fá prosent ! ? Tað merkir, at skattalættin er treytaður av, hvar í landinum tú býr, ella sagt øðrvísi: tað verða fólk í útjaðaranum, sum skulu gjalda skattalættan fyri hini, samstundis sum teimum verður álagdur ein eykaskattur, sigur Marjus Dam.
- Hetta man koma flestu veljarum púra óvæntað, tí hesi tiltøk mugu metast at stríða ímóti øllum tí, sum hendan samgongan og tann frá 98 hava sagt seg arbeiða fyri í sínum økismenningarpolitikki.
Onki eljustríð millum økini
Marjus Dam førir fram, at hansara uppskot til samtyktar verður lagt fram, tí onki hevur higartil verið gjørt fyri at kanna hesi viðurskifti, hóast lyfti vórðu givin í 2000 um, at allur prísbygnaðurin hjá Strandafaraskipum Landsins skuldi endurskoðast.
- Tíðin er nú komin, at samhaldsfasta landsvegakervið verður víðkað soleiðis, at útjaðarin eisini kann fáa gagn av hesi góðu skipan, sum meginøkið alla tíð hevur havt, sigur Marjus Dam.
- Farleiðir um firðir og sund skulu nú eisini undir somu skipan sum landsvegakervið.
Breiða politiska semju
Samferðslan er eitt so grundleggjandi mál fyri alt Føroya fólk, at her skuldi ikki verið neyðugt við partapolitiskum spæli.
- Tað snýr seg ikki um samband og fullveldi, og ringt er eisini at síggja nakað hugmyndaligt stríð millum vinstra og høgra í hesum máli.
- Málið snýr seg um at viðurkenna allar farleiðirnar í landinum sum samfelagslig neyðsynjarmál, um borgararættindi, um ikki at hava skipanir, sum gera mismun á økjum.
- Tí skuldi tað verið eitt kærkomið høvi hjá samgonguni at fingið eina breiða politiska semju um hetta mál, har alt tingið samdist um eina virðiliga loysn - eina loysn, sum eisini andstøðan bant seg til at vilja fremja.
- Tí vit mugu koma burturúr hesum mannminkandi eljustríðnum fleiri ferðir um árið um ávísar farleiðir til útjaðaran.
- Tí, vit vita øll, at verandi skipan á samferðsluøkinum er órættvís og harafturat samfelagsliga skaðilig við teimum gjaldsmúrum, sum ávís øki í útjaðaranum dagliga renna seg í, sigur Marjus Dam.
Kappingaravlagandi eykaskattur
Á fíggjarlógini fyri 2003 verður inntøkan hjá Strandfaraskipum Landsins mett at verða 43,6 mió. krónur í sambandi við Oyggjaleiðirnar ? t.v.s. fyri sjóvegis farleiðirnar.
- Henda inntøka hjá Strandfaraskipum Landsins er nett tað sama sum útreiðslurnar hjá vinnulívinum og einstaklingum í útjaðaranum fyri at nýta almennu Oyggjaleiðirnar, og sum tey jú eru tvingað til at nýta.
- Hetta merkir, at útjaðarin tey seinastu tíggju árini hevur goldið ein eykaskatt, sum svarar til o.u. hálva milliard, sigur Marjus Dam.
- Sjálvandi merkis hetta væl hjá bæði vinnulívi, skúlum,frítíðarfeløgum og einstaklingum í útjaðaranum, sigur Marjus Dam.
- Vinnulívið er tvingað at virka um miðstaðarøkið, skúlarnir somuleiðis, m.a. í sambandi við námsferðir, eins og tann einstaki borgarin, sum ikki sleppur undan at ferðast til miðstaðarøkið m.a. í sambandi við sjúkrahúsverkið og ymiskar almennar tænastur, eitt nú av mentanarligum slag.
- Í roynd og veru eru gjøldini, sum eru løgd á Oyggjaleiðirnar og undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, ikki annað enn ein eykaskattur, sum í verki bert er lagdur á nakrar borgarar í samfelagnum, nevniliga borgararnar í útjaðaranum.
- Hesin skatturin er harafturat kappingaravlagandi, bæði fyri vinnulívið í útjaðaranum og harafturat fyri arbeiðsmegina, sum er har, sigur Marjus Dam.
Øll skulu kenna skattalættan!
Samgongan hevur boðað frá, at skattalætti nú verður veittur í hesum árinum, men Marjus Dam sigur seg illa at duga at finna meiningina í hesum fíggjarpolitikki, av tí at skattalættin við tað sama verður kravdur inn aftur av samgonguni ? og tað einans frá einum parti av fólkinum.
- Samstundis sum skattalættin verður givin, krevur landsstýrið ikki bara hægri eykaskatt inn gjøgnum Oyggjaleiðir, men tekur eisini av stuðulin til flutning av fiski - henda stuðul, sum skal javnseta framleiðslutreytirnar hjá virkjunum í útjaðaranum við tey í meginøkinum.
- Niðurstøðan kann tí ikki verða nøkur onnur enn, at tað er útjaðarin, sum skal gjalda fyri skattalættan hjá borgarunum í meginøkinum, sigur Marjus Dam.
Enn hægri eykaskattur er á veg !
Sambandsflokkurin legði í síðstu viku fram uppskot um lóg, sum skal forða fyri, at ferðaseðlaprísirnir hjá Strandfaraskipum Landsins hækka, og sum skal virka fyri, at prísirnir á øllum sjóvegis farleiðum verða javnsettir.
Lógaruppskotið er til viðgerðar í vinnunevndini, og enn er ógreitt, nær tað kemur til 2. viðgerð í tinginum.
Marjus Dam roknar í øllum førum við, at ein enn hægri skattabyrða stendur og bíðar nakrar mánaðir frammi eftir at verða løgd á fólk í útjaðaranum, tí hann metir ikki, at Strandfaraskip Landsins fara at megna at loysa málið, uttan so at okkurt grundleggjandi verður gjørt við sjálva skipanina.
- Prísskipanin er ikki til at fáa greiði á, og tað greiðasta og mest sømiliga og harafturat umsitingarliga sæð bíligasta er at taka av allan tann fløkta prísbygnaðin hjá Strandfaraskipum Landsins og gera eina samhalddsfasta skipan fyri alt landið, sigur Marjus Dam.
- Tað er nú eisini løgið, at so at siga øll fólk innan Strandfaraskip Landsins eru sett í starv í miðstaðarøkinum.
- Hóast tað er útjaðarin, sum fremst av øllum nýtir Strandferðsluna og rindar fyri hana, so fær útjaðarin ikki nøkur av ársverkunum innan hendan landsstovnin, sigur Marjus Dam.
- Tað í sær sjálvum er undrunarvert.
Samhaldsfesti á øllum leiðum
Uppskotið hjá Marjusi Dam til samtyktar kann føra til, at vinnumálaráðið kemur við einum tilmæli, sum vísir á fleiri møguleikar fyri at gera vegakervið um alt landið samhaldsfast.
Løgtingið kann tá taka málið til sakliga viðgerð og finna eina semju á breiðum politiskum grundarlag, soleiðis at farleiðirnar í framtíðini ikki framhaldandi vera ein partapolitisk kastibløka á tingi.
Tí farleiðirnar eru ikki marglætisoyðsl, tær eru ikki at meta sum eykanýtsla hjá ávísum borgarum, men heldur eitt samfelagsligt neyðsynjarmál.
Tí er ikki haldbart í longdini at hava ymisk treytir fyri vegakervið um landið, og tí er neyðugt at finna eina haldgóða loysn, sum javnsetir vinnulívið og allar borgarar í landinum.
Tað ber ikki til í longdini - eftir at fyrst at hava miðsavnað alt alment virksemið í miðstaðarøkinum - at seta í verk, varðveita og enntá støðugt hækka gjaldsmúrarnar, sum útjaðarin dagliga rennur seg í.