Jazzcafé í Gøtu

Leygardagin 29. januar kl 20.00 skipar Grót fyri enn eini tónleikacafé.

Leygardagin 29. januar kl 20.00 skipar Grót fyri enn eini tónleikacafé.

Hesaferð verður høvið at hoyra nakrar av kanska fremstu jazztónleikarunum vit eiga í landinum. Tað eru Snjóuglan og Eivør Pálsdóttir Kvartet, ið vera á skránni.

Í Snjóugluni spæla so navnframir menn sum Kristian Blak, ið vegna stóru royndir sínar av sonnum kann kallast ein rættur Jazzabbi. Sonur hansara Mikael spælir bass og úrmælingurin úr Klakksvík Høgni Klakkstein spælir trummur. Heðin Ziska Davidsen, kendur úr so ymiskum bólkum sum ?Hatespeach? og ?Í eb´inum? (úttalast: essinum) spælir guitar. Eivør Pálsdóttir Kvartett hevur spælt rættiliga nógv, síðan hon byrjaði.

Tey eru Búi Dam, guitar; Brandur Jacobsen, trummur; Mikael Blak, bass og Eivør Pálsdóttir, sang.