Jeff Beck

RIFF. Enski guitarleikarin Jeff Beck var við til at definera rockguitarspæl afturi í 60?unum á jøvnum føti við Hendrix og Clapton. Í oyrunum hjá mongum er hann framvegis kongur konganna í seksstreingjaða guitarheiminum. 17. februar vitjaði Beck í Vancouver og spældi fyri útseldum sali. Tygara útsendi var á staðnum

 

Tónleikur

Niclas Johannesen


Taki kjansin. Gangi út í býarmyrkrið og seti kósina móti miðbýargøtuni Granville Street. Klokkan er farin av átta og hóast kalendarin bara sigur februar, lúrir várið í luftini. Krákurnar eru farnar heim og Vancouver er rættiliga friðarligur hesa leygarkvøldsstundina.

Jú, her er vár í luftini og summarfuglar í búkinum. Og tað er kanska heldur ikki so løgið. Tí Beck er í býnum. Tann originali, altso: Jeff Beck Ein instutión í heimsins rockguitar-søgu. Ein maður á hædd við Hendrix, Clapton, Blackmore og Page. Ein av teimum, sum eiga definitiónina upp á rockguitarspæl.

Tann nú 56 ára gamli onglendingurin hevur loksins blakað skiftilykin frá sær (hansara ítriv er gamlir bilar) og tikið seks-streingjaða spakan fram aftur. Hendan konsertin verður tann fyrsta á eini konsertrøð í Norðuramerika. Og útselt er sjálvsagt. Tað hevur tað verið frá fyrsta degi. Og tygara útsendi visti av ongum fyrr enn sama dag, og hevur ikki so frægt sum eitt atgongumerki. Kortini er tað vert at royna eydnuna.

Uttanfyri legendariska The Commodore Ballroom, har konsertin verður, standa billetthávarnir og selja teirra atgongumerki fyri vanligan ovurpís. Tann fyrsti, ein Harley Davidson typa, við hárbandi og tatoveringum, biður meg ?fuck off!?, tá eg sigi, at 80 dollarar er absolutt toppurin. Tann næsti, ein snúðin og á skræðuni lítillátin innflytari frá Singapore tekur tó av tilboðnum.


Yardbirds

Tað var á einum kamari á Glyvrum, at Jeff Beck á fyrsta sinni introduseraði seg fyri tygara útsenda. Hetta var á plátuni Wired. Burtursæð frá magisku tónunum á eitt nú jazzstandard-lagnum Good Bye Pork Pie Hat, so var tað lítið, ið tygara útsendi visti um hetta mundið um Beck.

Hvør er hann so?

Jeff Beck er føddur 24. Juni í 1944 í býnum Wallington í Onglandi.

Tað var á listarskúla í London, at fólk byrjaðu at gerast varug við ein ungan drong, ið brúkti tað mesta av tíðina til sítt guitarspæl. Hann gjørdist skjótt umbiðin - orð gekk av orði og skjótt lendu meldingarnar um henda snillingin eisini á hægri staði. Vit eru í 1965 og táverandi superbólkurin Yardbirds hoyra um Jeff Beck, og tað er eru góð tíðindi, tí teirra guitarleikari Eric Clapton er júst farin úr bólkin. Út fór Clapton og inn kom Beck (og eitt skifti eisini Jimi Page). Í umleið hálvtannað ár var Jeff Beck guitarleikari í Yardbirds og passaði sum fótur í hosu í teirra væl kenda blues-rock stíl.

Men longu í 1966 fór Beck úr Yardbirds og byrjaði Jeff Beck Group. Sangarin var ein ávísur Rod Stewart. Við útgávuni Thruth, sum kom út í 1968 hoyrdist eitt sera skitið og hart rockljóð, sum á mangar hættir segðist at leggja lunnar undir tað, ið heimurin seinni defineraði, sum Led Zeppilin-soundið. Stewart var eisini við á útgávuni Beck-Ola, sum kom út í 1969. Eftir hetta fór skotski sangarin úr bólkinum og upp í kenda bólkin Faces. Beck helt kortini á við The Jeff Beck Group og gav út pláturna Rough and Ready í 1972.

Eftir ein steðg kom Beck so aftur við einum braki í 1975 við sera nógv róstu útgávuni Blow By Blow - ein klassikari innan guitarplátu-útgávur - henda heiður eigur eisini kendi Beatles produsarin George Martin, ið produseraði hesa plátuna. Næsta útgávan gjørdist eisini ein klassikari, tað áðurnevnda Wired, har keyboardmaðurin Jan Hammer eisini hevði ein týðandi leiklut.

Eftir hesa útgávuna var ikki so nógv at hoyra til Beck inntil 80?ini, tá hann kom út við fløguni ?Flash?, ið gjørdi hansara best seljandi pláta, serliga takkað hit-lagnum ?People Get Ready?, ið Rod Stewart sang. Síðani hvarv Beck av tónleikapallinum og fór aftur at finglast við sínar gomlu bilar. Ikki fyrr enn í mars 1999 var aftur streymur settur til og Jeff Beck gav út fløguna Who Else! Og í ár kom so útgávan You Had It Coming, ið hevur fingið dygg ummæli kring allan heim.


Seran stíl

Hóast sera høgt virdur av øðrum tónleikarum, so hevur Jeff Beck ongantíð rokkið somu populeru hæddum, so sum Hendrix, Clapton og Page. Men hetta leygarkvøldið í Vancouver prógvaði Beck fyri fullum sali, at hann hevur uppiborið somu tign. Øll ummæli eftir konsertina vóru sum ein perlirøð av leskiligum lýsingarorðum. Í blaðnum Georgia Straight fór ummælarin so langt sum at siga, at ?Beck is God? - ein yvirskrift, sum lítilátni Beck bara risti á høvdinum at, tá hann sá hana.

Hvat er tað, sum fær Beck at stinga upp úr landslagnum? Tey flestu, ið dyrka hansara stíl vísa á, at ongin dugir sum hann at vera delikatur og samstundis so karráur. Jeff Beck fær guitaran bæði at smíla og gráta. Tað einasta honum nýtist er ein Marshall forsterkara og sín Fender Stratocaster. Restin situr í fingrunum og í hansara sera tónaríku sál.

Ein annar stórur guitarleikari - Eric Johnson (valdur seinastu seks ferðirnar á rað at vera besti guitarleikari av lesarunum í amerikanska Guitar Player) hevur víst á, at eitt av eyðkenninum hjá Jeff Beck er, at hann spælir ikki ?reint? - hann bendir tónar út um vanliga vesturlendskt tónafatan, men megnar kortini at gera tað soleiðis, at tað er ein fragd fyri oyrað.

Og soleiðis var tað hetta leygarkvøldið í The Commodore Ballroom. Tveir tímar við sveittandi guitarrocki, kryddað við nakkahárreisandi slidespæli, yvirtónum á balladum.

Onki er sum at hoyra artistar, ið hava nakað upp á hjarta og sum eisini duga sítt handverk. Um ikki Gud, so spælir Jeff Beck framvegis sum ein eingil.


MYND: Niclas Johannesen (svart hvít, lítil mynd sum greinahøvundur)


MYND: (svørt hvít, stór mynd) Jeff Beck - Í oyrunum hjá mongum er hann seksstreingjaðaði guitarkongurin. Myndin er av plátuni Rough and Ready (Epic 1972). Niclas Johannesen upplivdi hann í Vancouver


MYND: (svørt hvít, lítil mynd) Søguligi bretski rockbólkurin The Yardbirds miðskeiðis í 60?unum. Jeff Beck er í ljósari skjúrtu, meðan Jimmy Page situr fremst fyri. Tveir av kongunum í guitarríkinum!