Jenis av Rana: Ruðuleiki í heilsuverkinum

? Tað er ræðuligt, at ein maður skal leita sær av landinum fyri at fáa neyðuga hjálp, heldur Jenis av Rana

 

? Støðan hjá Páll Vang er eitt av mongum dømum um, at støðan í heilsuverkinum er kaotisk.

Tað heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

? Fyri tveimum vikum síðani høvdu vit eitt uppskot til viðgerðar í tinginum, sum snúði seg um at lata hjálp til fólk, sum búgva heima. Tá spurdi eg, um tað fór at bera til at lata fakfólk veita hjálp í heiminum, og tað kundi landsstýrismaðurin ikki svara.

? Eg heitti á Trivnaðarnevndina um fáa greiði á, um tað fer at bera til at fáa fakfólk at hjálpa fólki í heiminum. Um sjúklingar hava hug at vera heima, so skulu teir eisini hava møguleikan til tað. Tað má ikki henda, at fólk fara av landinum fyri at leita hjálp.

Miðflokkurin legði herfyri uppskot fyri tingið, har flokkurin mælti til eina fólkaatkvøðu um minkingina av blokkinum.

? Vit kundu gjørt nógv fyri at bøtt um støðuna í samfelagnum fyri tær 367 milliónirnar, sum vit nú senda aftur til Danmarkar. Hetta eru pengar, sum vit hava rætt til, og sum áttu at verið brúktir her í landinum, sigur Jenis av Rana.