- Eg fekk staðfest ADHD í januar 2022, og tá bleiv eg føddur av nýggjum, sigur maðurin, sum fer at halda fyrilestur í Miðlatúni í Vági týskvøldið 3. oktober. Fyrilesturin er ókeypis.

Jens Jákup Hansen: Náttúran sum heilivágur

- Fjøll døma ongan; har eri eg fríur, sigur Jens Jákup Hansen, sum fer at halda ókeypis fyrilestur í Vági.

 

- Eg fekk staðfest ADHD í januar 2022, og tá bleiv eg føddur av nýggjum, sigur maðurin, sum fer at halda fyrilestur í Miðlatúni í Vági týskvøldið 3. oktober. Fyrilesturin er ókeypis.

Týskvøldið hin 3. oktober, sum er í ABC-vikuni, vitjar Jens Jákup Hansen í Miðlatúni í Vági.

 

- 48 ára gamli miðvingurin, sum eitt nú er kendur frá sjónvarpsendingunum - Útilív - fer at halda fyrilestur um uppvøkstur, sorg, familiu og arbeiðslív.

 

Sjálvur sigur Jens Jákup Hansen soleiðis:

 

- Eg fekk staðfest ADHD í januar 2022, og tá bleiv eg føddur av nýggjum.

 

Hann vísir á, at longu fyri staðfestingina av ADHD brúkti hann fjøllini sum heilivág, og hesi hevur hann brúkt enn meira eftir staðfestingina.

 

- Fjøll døma ongan; har eri eg fríur, sigur hann.

 

Fyri at varpa ljós á ADHD, hevur Jens Jákup sett sær sum mál at ganga uppá 7.000 metrar høga fjallið Aconcagua, sum er hægsta fjallið í Amerika.

 

- Fyrilesturin við Jens Jákupi Hansen, sum verður týskvøldið hin 3. oktober, byrjar klokkan 19, og fyrilesturin er ókeypis, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

 

 

- Eg fekk staðfest ADHD í januar 2022, og tá bleiv eg føddur av nýggjum, sigur maðurin, sum fer at halda fyrilestur í Miðlatúni í Vági týskvøldið 3. oktober. Fyrilesturin er ókeypis.