Jens Marni syngur í Christianskirkjuni

Í kvøld syngur poppsangari á ungdómsgudstænastu í Klaksvík

Fríggjakvøldið verður serlig ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík.

 

Umframt felagssang og lovsang fer poppsangarin Jens Marni Hansen eisini at framføra nakrar sangir.

 

Hanus á Gørðum, prestur, talar, og eisini verður altargongd.

 

Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum við kaffi, køkum og hugnaligari samveru.