Jens Rohde er 12. maður

Jens Rohde, sum nú fer at umboða Kristendemokraterne á Fólkatingi, er tólvti fólkatingslimur í hesum valskeiðnum, sum er farin úr flokkinum, sum viðkomandi bleiv valdur inn fyri. Og tað er met

Í gjárkvøldið bórust tíðindini um, at fólkatingsmaðurin Jens Rohde, sum fyrr í ár meldaði seg úr Radikale Venstre, nú hevur meldað seg inn í Kristendemokraterne, sum annars ikki hevði umboð í Fólkatinginum. Hetta verður triði flokkur, sum Rohde umboðar í Fólkatinginum, tí hann hevur eisini verið tingmaður fyri Venstre.

Jens Rohde er kortini ikki tann einasti fólkatingslimurin, sum hevur skift flokk í hesum valskeiðnum. Hann er tólvti tinglimur, sum er farin úr flokkinum, sum hann ella hon stillaði upp fyri, tá valið var í juni 2019. Og tað er met, tí ongantíð fyrr eru so nógvir fólkatingslimir farnir úr flokkinum, teir stillaðu upp fyri til valið – og enn er valskeiðið bara hálvrunnið.

Helene Helboe Petersen, sum er professari í stjórnmálafrøði við Aarhus Universitet, sigur við DR, at nógvu broytingarnar er ein greið ábending um, at politikarar ikki longur eru so flokstrúgvir, og at hetta eisini kann ávirka uppfatanina, sum veljarin hevur av fólkaræðinum. Tí tá ein politikari fer úr flokkinum, sum hann ella hon er valdur ella vald inn fyri, kann veljarin síggja tað sum eitt sáttmálabrot.

Helene Helboe Petersen sigur kortini, at veljarin sjáldan revsar politikarar, sum skifta flokk mitt í einum valskeiði. Hon vísir á, at danir eru rættiliga flokstrúgvir og velja sín flokk, óansæð hvørjir persónar eru á listanum. Og soleiðis hjálpir veljarin “avhopparunum”, um hann vil tað ella ei.

Tey tólv, sum vórðu vald inn í Fólkatingið 5. juni 2019 og sum síðani eru farin úr sínum flokki, eru:

Lars Løkke Rasmussen (úr Venstre til egnan flokk)

Ida Auken (úr Radikale Venstre til Socialdemokratiet)

Marcus Knuth (úr Venstre til De Konservative)

Inger Støjberg (úr Venstre og er nú leysgangari)

Britt Bager (úr Venstre til De Konservative)

Simon Emil Ammitzbøll-Bille (úr Liberal Alliance og er nú leysgangari)

Orla Østerby (úr De Konservative og er nú leysgangari)

Rasmus Nordqvist (úr Alternativet til SF)

Uffe Elbæk (úr Alternativet og er nú leysgangari)

Sikandar Siddique (úr Alternativet og er nú leysgangari)

Susanne Zimmer (úr Alternativet og er nú leysgangari)

Jens Rohde (úr Radikale Venstre til Kristendemokraterne)