Havnará, soleiðis sum Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, ímyndaði sær hana undir valstríðnum til seinasta býráðsval.

J&K skal gera nýggju Havnará

Sáttmáli varð í gjárkvøldið undirskrivaður við J&K Petersen um verkætlanina at gera ánna, sum skal renna á økinum millum Sparikassabygningin og Løgtingið oman á Tinghúsvøllin við Vaglið.

Havnará, soleiðis sum Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, ímyndaði sær hana undir valstríðnum til seinasta býráðsval.

Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava gjørt uppskotið til ánna – har teir arbeiða við trimum hugtøkum: Botnur, áarbakki og vatn.

 

– Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og lagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar, skrivar býráðið millum annað.

 

Tríggir arbeiðstakarar vórðu bodnir at lata undirhondstilboð upp á verkætlanina. J & K Petersen átti lægsta tilboðið.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í býarskipanarnevndini, upplýsa á heimasíðu býráðsins, at byggingin fer fram í trimum stigum – fyrsta stigið fer í gongd eftir ólavsøku og verður liðugt til jóla.

 

Restin av arbeiðnum verður gjørt komandi ár í tveimum stigum, soleiðis at tað ikki órógvar høgtíðir og t.d. ólavsøku. Øll verkætlanin verður gjørd úr føroyskum gróti, sum verður skorið á Grótvirkinum í Skopun.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

Havnará, soleiðis sum Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, ímyndaði sær hana undir valstríðnum til seinasta býráðsval.