Leygardagin 15. mai er ein dagur, sum 40 ára gamla Joan Jógvansdóttir úr Streymnesi ongantíð fer at gloyma. Tí tá fekk hon eini heilt serlig boð, sum hon hevði bíðað eftir leingi:
Eitt nýtt hjarta var tøkt til hana.
– Eg bleiv biðin um at gera meg klára, tí ein bilur kom eftir mær um ein hálvan tíma, fortelur Joan í samrøðu við Sosialin.
Skurðviðgerðin gekk sera væl og skjótt, og hon hevur brúkt seinastu dagarnar at venja.
Tað serliga er, at beiggi hennara, Ólavur Thune, eisini hevur skift sítt hjarta. Hetta var í 2008.
– Eg trúgvi næstan, at vit eru eitt eindømi. Eg havi so ongantíð hoyrt um nakað annað sysktinapar, har bæði hava skift hjartað, sigur Ólavur Thune.
Í nýggjasta Sosialinum er langt prát vit sysktinaparið um serligu støðuna, og til ber at keypa blaðið í sølubúðunum kring landið.