Jóanis á Steig: Vit vardu væl og koyrdu sígurin heim (FM1)

(FM1) Endurhoyr dramatisku løtuna tá 07 Vestur skoraði sigursmálið á ÍF á Dungasandi, og hoyr liðskiparan, Jóanis á Steig stórfegnast um sigurin

Her sæst Jóanis á Steig (nr. 23) í dysti móti HB á Tórsvølli

Her sæst Jóanis á Steig (nr. 23) í dysti móti HB á Tórsvølli

##med2##

 

- Kenslan er góð, nú hava vit 11 stig. Liðskiparin hjá 07 Vestur, Jóanis á Steig setir ógvuliga væl orð á kensluna øll fótbóltsáhugað hava í vesturøkinum aftaná frálíka 1-0 sigurin 07 Vestur vann á ÍF á Dungasandi í Sørvági í kvøld. Sigurin merkir, at 07 Vestur kemur upp á 11 stig, og hevur 07 Vestur nú fimm stig niður til B68 á næstaftasta plássinum í Betrideildini. 

 

Sigursmálið skoraði Martin Heilberg Pettersen tá 34 minuttir vóru farnir. Beint aftaná var Bogi Reinert Petersen hjá ÍF vístur av vøllinum fyri tað sum dómarin metti at vera eina hevnissøku móti Predrag Jeremic hjá 07 Vestur. 

 

Jóanis á Steig staðfestir, at ÍF trýsti teir væl í seinna hálvleiki hóast fuglfirðingar bert høvdu 10 mans á vøllinum, men liðskiparin hjá 07 Vestur heldur, at teir greiddu sín setning væl: - Vit vardu væl og koyrdu sigurin heim, sigur Jóannis á Steig.

 

07 Vestur – ÍF 1-0 (1-0)

 

1-0: Martin Petterson 34.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá 07 Vestur.

 

2) Hoyr eisini Trónd siga frá dramatisku løtuni tá Bogi Reinert Petersen var vístur av vøllinum. 

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Jóanis á Steig aftaná dystin. 

 

 

 

Her sæst Jóanis á Steig (nr. 23) í dysti móti HB á Tórsvølli

Her sæst Jóanis á Steig (nr. 23) í dysti móti HB á Tórsvølli

(07 Vestur-ÍF 1-0 (1-0) - Hoyr sigursmálið og samrøðu við Jóanis á Steig)

(07 Vestur-ÍF 1-0 (1-0) - Hoyr sigursmálið og samrøðu við Jóanis á Steig)