Tvinni formansuppskot eru, Birthe Weiss úr Javnaðarflokkinum, sum í gomlu stjórnini var heilsumálaráðharri. Júst tí Poul Nyrup Rasmussen hevur ætlað henni formanssessin, var hon ikki millum ráðharranar í nýggju stjórnini.
Hitt valevnið er Ivar Nørgaard úr Vinstraflokkinum. Tey hava bæði 89 atkvøður í part av teimum 179 atkvøðunum, sum eru í fólkatinginum. Tað hevur leikað hart á Jóannes Eidesgaard um at atkvøða fyri Birthe Weiss, men longu á fundinum millum Poul Nyrup Rasmussen og leiðsluna í danska Javnaðarflokkinum hóskvøldið gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt, at hann ikki fór at taka lut í atkvøðugreiðsluni um tingformannin.
Hinvegin er líkt til, at Óli Breckmann fer at atkvøða fyri borgarliga valevninum, og sostætt verða tað ikki donsku fólkatingsmenninir, sum koma at gera av valið. Óli Breckmann verður tískil tungan á vágskálini sum ger, at nýggi fólkatingsformaðurin verður funnin við lutakasti.