Jóannis Kristiansen – ein skýmingarseta

Sat í Løkshøll nú mikukvøldið og lýddi á borgarstjóran, unga listakøna kvinnu og systurson listamansins, bóka- og listsavnaran mikla, Petur Martin, sum við vælvaldum orðum dvøldu við meginevni kvøldsins: Jóannis Kristiansen og hansara lívsavrik.

Samstundis var stásiliga bókaútgáva Sprotans løgd fram í tveimum – onnur risastór og hin væl minni - um henda fræga, farna listamann Lorvíkar.  

 

Hesi trý fólkini fluttu fram livandi umrøður um listaverk og lívsleið Jóannisar.

 

Um kanska okkurt fór framvið, so gjørdist hetta tó ein hugtakandi løta, sum onkursvegna bar meg út av tí algongdu leiðini um mál og eyðkenni listamansins og yvir í eitt hugarensl og eina stilla undran yvir hvussu listamaðurin velur at mynda hesar døkku húsaskjøldrarnar og landsløgini í dagsins dimmliga tvíljósi.

 

Listamansins serstøku litbrigdi og litaval av tí løgna løtu-dvøli, táið skýmingin so seigan sígur um landið.

 

Hetta, sum vit fyrr so væl kendu: at halda skýming, og sum tað unga el-ljós-signaða ættarliðið helst ikki á sama hátt kennir til, ið vit til aldurs komnu væl minnast - petroliumslampurnar sum einasta ljósbera.

 

Hesa fjálgu, sælu og andaktskendu sjónhvørving, táið litirnir sterku og smálutir dagsins bara líðandi hvørva yvir í eina skuggatilveru – eitt drálandi andarhald - táið dagur og kvøld fáligan fevnast, og meðan dimmið spakuliga fløðir út yvir landsløg og inn í køk og stovu, so hvørt sum dagslýsið dragnar og  illýsið kvøldsins so stillan tekur yvir.

 

Hesi, fyrr so vælkendu kyrrindini, hevur Jóannis Kristiansen aftur og aftur fangað - bæði um bygdarløg, hús og hagalendi við - og fasthildið tey í dimmum, gráligum litbrigdum á ein heilt serstakan hátt.

 

- - - - - - - - -

 

Henda ørstutta viðmerking er bara í takklæti skrivað av einum vanligum eygleiðara, sum – um ikki annað – so tó - hevur fingið onkran ans og eitt forvitni til støðugt at undrast á, hvussu væl ið onnur gávurík fólk alsamt megna - við dygd og toli – at kveikja eina fagnarløtu í okkara alra gráliga gerandisdegi.

 

Arnstein Niclasen