Jóansøkudysturin er aftur útsettur

Tað verður ikki í morgin, at útsetti dysturin millum TB og EB/Streym verður spældur

Skráin sigur, at útsetti dysturin millum TB og EB/Streym verður klokkan 16 í morgin. Nú er greitt, at hann verður ikki spældur í morgin, tí tað verður roknað við ólagaligum veðri. Veðurforsøgnin sigur, at í seinnapartin morgin verður hann vestan og 8-9 metrar um sekundið og í hvirlunum upp í 15 metrar um sekundið.

 

Talan er um jóansøkudystin, sum var ásettur at vera leygarkvøldið 26. juni. Henda dagin varð kappróðurin útsettur og so ferðaætlanin hjá Smyrli framskundað. Tað bar aftur við sær, at EB/Streyma ferðalagið og eisini onkrir av TB spælarunum fóru norður við Smyrli hetta kvøldið, tí teir dagin eftir skuldu av landinum í summarfrí. So varð dysturin útsettur til mikudagin 22. september. Nú er dysturin aftur útsettur. Tað er ikki greitt, nær dysturin verður spældur.

 

Fimm aðrir landskappingardystir, sum fyrr í summar vórðu útsettir, bíða eftir at verða spældir. Fýra eru frá 12. umfari. Upprunaliga vóru teir settir at vera sunnudagin 23. mai. Koronan var orsøk til, at teir vórðu útsettir. Teir eru ásettir at vera mikudagin 2. oktober. Talan er um hesar dystirnar: B36 – HB, Víkingur – EB/Streymur, TB – ÍF og B68 – 07 Vestur.

 

Fimti dysturin, sum er útsettur, er tann millum HB og KÍ í Gundadali. Talan er um dyst frá 16. umfari. Hann var ásettur at vera ólavsøkudag. Tá var HB upptikið av uppgávum í Europa, og dysturin varð fluttur til mikudagin 20. oktober.