Joe Biden ætlar at strika einkarrættindi á koronu koppingarevni

Nýggja Omikron-brigdið sigur okkum, at vit noyðast at sleppa einkarrættindum á koppingarevni, heldur Joe Biden.

 

Joe Biden var í gjár á vitjan á oynni Nantucket í Massachusetts. Amerikanski forsetin heldur, at einkarrættindi á covid-19 koppingarevni eiga at verða strikað í stríðnum ímóti farsóttini. - Foto: Carolyn Kaster/Ritzau Scanpix

Einkarrættindi á koppingarevni ímóti koronuvirus eiga at verða tikin av, soleiðis at lond kunnu framleiða koppingarevni.

Tað heldur amerikanski forsetin Joe Biden.

Hann heitir soleiðis á lond, sum í næstu viku skuldu hittast í heimshandilsstovninum WTO, um at sleppa einkarrættindum á covid-19-koppingarevni, eftir at eitt nýtt brigdi av virisunum – Omikron-brigdið – er funnið í Suðurafrika.

– Tíðindini um hetta nýggja brigdið siga okkum betri enn nakrantíð áður, at hendan farsóttin ikki steðgar, fyrr enn vit hava heimsumfatandi koppingarevni, sigur Joe Biden í eini fráboðan.

– Dagsins tíðindi leggja enn einaferð dent á týdningin av at strika einkarrættindi skjótast gjørligt, leggur hann afturat. 

Stutt eftir hesa áheitan frá Joe Biden, varð fundurin í WTO í næstu viku útsettur júst vegna óttan um nýggja Omikron-brigdið.

Harvið bendir mangt á eina seina og óvissa tilgongd í mun til at sleppa koppsetingarrættindunum.

Fleiri heilsuserfrøðingar finnast at USA  fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at tryggja, at heimsins fátækastu hava fingið fyrsta prikið við koronukoppingarevni. Serliga tí at USA longu er í ferð við at geva sínum egna fólki tað triðja sonevnda boostaraprikið.

Fyrr í gjár segði leiðandi ráðgevin hjá Joe Biden forseta á økinum, smittuserfrøðingur Anthony Fauci, at USA er í fullari ferð við at savna inn dátur um nýggja covid-19 brigdið.

Tað kann tó taka granskarum fleiri vikur at skilja mutatiónirnar hjá Omikron-brigdinum.

Heilsumyndugleikar royna millum annað at finna út av, um nýggja brigdið smittar meira enn onnur brigdi, og um núverandi koppingarevni verja ímóti tí.

Nýggja Omikron-brigdið varð funnið fyrstu ferð í Suðurafrika og er harumframt funnið í Ísrael og Botswana eins og í Belgia, sum higartil einasta ES landið.

Í gjár boðaði Heimsheilsustovnurin WHO frá, at tey óttast Omikron-brigdið.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Joe Biden var í gjár á vitjan á oynni Nantucket í Massachusetts. Amerikanski forsetin heldur, at einkarrættindi á covid-19 koppingarevni eiga at verða strikað í stríðnum ímóti farsóttini. - Foto: Carolyn Kaster/Ritzau Scanpix