Joe Biden í Evropa: USA er komið aftur

Í fyrstu røðu síni á bretskari jørð tosar Joe Biden um møguligar hóttanir frá russisku stjórnini

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hitti í dag amerikanskar hermmenn á herstøðini Royal Air Force Mildenhall í útsynnings Onglandi. - Foto: Patrick Semansky/Ritzau Scanpix

Stutt eftir at amerikanski forsetin, Joe Biden, í kvøld lendi í Bretlandi, boðaði hann frá á ensku hernaðarstøðini Royal Air Force Mildenhall, at »USA er komið aftur«.

 

Tað er fyrsta uttanlandsferð hjá Joe Biden, síðani hann tók við sum forseti í januar. Hann tók við eftir Donald Trump, sum við síni »America First«-skrá skapti spenning í viðurskiftiunum við tey sameindu hjá USA.

 

Joe Biden lendi á bretskari jørð umleið klokkan 19:45. Síðani fór hann beinleiðis á herstøðina í Suffolk fyri at heilsa upp á amerikanskar hermenn og familjur teirra.

 

Biden skal á átta daga langa diplomatisku martahonferðini í Evropa hitta eitt nú russiska forsetan, Vlademir Putin, í Geneve.

 

Á Royal Air Force Mildenhall í Onglandi sigur Biden, at USA ikki leitar eftir ósemju við Russland, men vil svara á ein »sterkan og meiningsfullan hátt«, um russiska stjórnin tekur lut í skaðandi virksemi.

 

– Vit leita ikki eftir ósemjum við Russland. Vit ynskja trygg viðurskifti, sigur hann.

 

Harumframt segði Biden, at hann á fundi við Vlademir Putin mikudagin í næstu viku fer at lata russiska forsetan »vita, hvat eg vil, at hann skal vita«.

 

Tann 78 ára gamli Joe Biden og forsetafrúan Jill Biden hava eina drúgva skrá undir Evropaferðini.

 

Í morgin skal Biden hitta bretska forsætisráðharran, Boris Johnson.

 

Dagin eftir byrjar G7 toppfundurin í strandabýbnum St. Ives í Cornwall. Fundurin verður fríggjadagin til sunnudagin.

 

Á ferðini í Bretlandi skal Biden eisini hitta Elisabeth Drotning á Windsor Castle.

 

Úr Bretlandi flúgva amerikanski forsetin og kona hansara til Brússel, har amerikanski forsetin mánadagin er við á týdningarmesta Nato-toppfundiinum í fleiri ár.

 

Serligur spenningur er um fundin millum Biden og Putin í Geneve í næstu viku, tá viðurskiftini millum stórveldini eru spent av fleiri kreppum.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hitti í dag amerikanskar hermmenn á herstøðini Royal Air Force Mildenhall í útsynnings Onglandi. - Foto: Patrick Semansky/Ritzau Scanpix