Jógvan og Thomas Juul eru ársins hondbóltsdómarar

Hondbóltsgalla er í Varpinum í Klaksvík

Leygarkvøldið vóru ársins bestu í føroyskum hondbólti kappingarárið 2025/2026 heiðraði í Varpinum í Klaksvík.

 

Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul S. Thomsen fingu heiðarin at gerast ársins dómarar. 

 

Í páskavikuni fingu Jógvan og Thomas Juul annan heiður, tá teir av grønlendska hondbóltssambandinum vóru bodnir at døma endaspælið í grønlendskum hondbólti í Sisimiut.