Jógvan slapp víðari í X-Factor

Við lagnum ’Flowers in Your Hair’ slapp Jógvan Joensen flúgvandi víðari í X-Factorkappingini hjá Danmarks Radio í kvøld.

Við lagnum ’Flowers in Your Hair’ slapp Jógvan Joensen flúgvandi víðari í X-Factorkappingini hjá Danmarks Radio í kvøld.

 

– Selvfølgelig skal du ha' en stol, segði Blachmann.

 

At »fáa ein stól« merkir, at tú ert víðari í kappingini.

 

Jógvan Joensen er í bólkinum fyri, ið eru yvir 23 ár, og tað var dómarin Line Rafn, sum hevði ábyrgdina av at velja, hvør teirri skuldi víðari í kappingin – og hvør skuldi sendast til hús.

 

Men hon var ikki í iva:

 

– Du er det klareste eksempel på en fuldstændig færdig pakke, jeg har oplevet i dette program, segði hon, tá hon sendi hann víðari í kappingin.

 

TRÝST HER fyri at síggja Jógvan spæla og syngja í X-Factor kappingini í kvøld