Jógvan Sundstein og Atli Dam vistu í oktober, at kanska bleiv brúk fyri 1,5 mia

­ Ein keðiligur partur í niðurstøðuni frá bankakanningarnevndini er, at Jógvan Sundstein og Atli Dam longu í oktober 1992 vistu, at kanska varð brúk fyri 1 - 1,5 milliard, sigur Bjarni Djurholm

­ Tað sum eisini er løgið er, at hvørki Marita Petersen ella Finnbogi Ísakson gjørdu ikki vrøvl um partabrævabýtið 28. mai 1993.


Hetta heldur kommissiónin vera undarligt, tí tá var tað greitt, at støðan í Føroya Banka var katastrofal - bankanum, sum tey júst høvdu keypt.


­ Men kommissiónin er ógvuliga large, tí hon sigur, at føroyingar vóru undir slíkum trýsti, og tí ikki sóu avleiðingarnar av hesum.


Bjarni Djurholm sigur, at kommissiónin eisini sigur, at føroyingar hava eitt sera veikt embætisverk. Bjarni Djurholm vísir eisini á, at tað tekur langa tíð at byggja upp eitt embætisverk.


­ Vit skulu minnast til, at tað danska embætisverkið er fleiri hundrað ár, meðan tað føroyska embætisverkið ikki er 50 ár enn, sigur hann.